Gerðabók: 4. mentanarnevndarfundur

Fundur 4/2025

Mentanarnevndin

Ár 2025, mikudagin hin 12. november, kl. 09:30, var fundur í Mentanarnevndini.

Stað: Fundarhøli 3

Á fundi vóru: Ikki á fundi: Skrivari:
  • Hallur Markná

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-020/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lestrarstuðul (Hækkaður lestrarstuðul - fylgilógaruppskot til FLU 2026)

    Kl. 9.58 kom á fund landsstýrismaðurin í almanna- og mentamálum, Eirikur í Jákupsstovu, saman við Jeanette Ellefsen Blaasvær, deildarstjóra, Hera Petersen, fulltrúa, og Barbaru Álvsdóttir Thomsen, fulltrúa.

    Tey fóru av fundi kl. 10.15.


    Málið varð viðgjørt. Gjørt varð av at skriva álit.

  2. LM-036/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisskúlar og løgtingslóg um skúladepil í Marknagili (Avtaka kommunala rakstrastuðulin til lærlingaundirvísing)

    Kl. 9.38 kom á fund fyri Kommunufelagið Hans Kári Vang, búskaparfrøðingur.

    Hann fór av fundi kl. 9.58.


    Kl. 9.58 kom á fund landsstýrismaðurin í almanna- og mentamálum, Eirikur í Jákupsstovu, saman við Jeanette Ellefsen Blaasvær, deildarstjóra, Hera Petersen, fulltrúa, og Barbaru Álvsdóttir Thomsen, fulltrúa.

    Tey fóru av fundi kl. 10.15.


    Kl. 10.22 kom á fund landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, saman við Poul Geert Hansen, aðalstjóra, og Janus á Ryggi, fulltrúa, og fyri Undirvísingarstýrið Eyðun Jakobsen, fulltrúi.

    Tey fóru av fundi kl. 10.30.


    Málið varð viðgjørt. Gjørt varð av at skriva álit.

Fundurin lokin kl. 10:41