Gerðabók: 3. vinnunevndarfundur

Fundur 3/2025

Vinnunevndin

Ár 2025, mikudagin hin 19. november, kl. 10:14, var fundur í Vinnunevndin .

Stað: Fundarhøli 2

Á fundi vóru: Skrivari:
  • Poula Árnadóttir Lervig

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-006/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um burðardygga ferðavinnu (Ferðavinnulógin) (Burðardygdargjald verður avroknað eina ferð um árið, TAKS fær heimild at krevja upplýsingar, roknskapartilfar o.tíl., ásetingar um rentu, innheintan, panting og afturhald í inntøku verða settar inn, broytt revsiásetingin o.a.)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  2. LM-033/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um góðkendar grannskoðarar og grannskoðanarvirkir (Grannskoðaralógin), løgtingslóg um serligar treytir fyri lógarálagdari grannskoðan av fyritøkum av almennum áhuga (PIE-fyriskipanin) og løgtingslóg um parta- og smápartafeløg (Vinnufelagalógin) (Fylgibroytingar í sambandi við, at nýggj ársroknskaparlóg verður sett í gildi o.a.)

    Fyri felagið Føroyskir Grannskoðarar komu Fróði Sivertsen, formaður, Jóhannis Færø frá Spekt og Alvi Nielsen frá Menta á fund kl. 10.30. Fóru av fundi kl. 11.15.

    Fyri Vinnuhúsið komu Niels Winther, stjóri, Súsanna Berg, ráðgevi og Eydna Danielsen, starvspraktikantur, á fund kl. 11.15. Fóru av fundi kl. 11.30.

    Landsstýriskvinnan í uttanríkis- og vinnumálum, Sirið Stenberg, kom saman við Jóannu Djurhuus, deildarstjóra, Sverra Skaalum Joensen, fulltrúa, Duritu Poulsen, fulltrúa, og Jógvan Thomsen, stjóra á Skráseting Føroya, Súsannu Leo, deildarleiðara, og Esther Olsen, fulltrúa, á fund kl. 11.30. Fóru av fundi kl. 12.00.

  3. LM-038/2025 Uppskot til løgtingslóg um ársroknskap (Ársroknskaparlógin)

    Fyri felagið Føroyskir Grannskoðarar komu Fróði Sivertsen, formaður, Jóhannis Færø frá Spekt og Alvi Nielsen frá Menta á fund kl. 10.30. Fóru av fundi kl. 11.15.

    Fyri Vinnuhúsið komu Niels Winther, stjóri, Súsanna Berg, ráðgevi og Eydna Danielsen, starvspraktikantur, á fund kl. 11.15. Fóru av fundi kl. 11.30.

    Landsstýriskvinnan í uttanríkis- og vinnumálum Sirið Stenberg kom saman við Jóannu Djurhuus, deildarstjóra, Sverra Skaalum Joensen, fulltrúa, Duritu Poulsen, fulltrúa, og Jógvan Thomsen, stjóra á Skráseting Føroya, Súsannu Leo, deildarleiðara, og Esther Olsen, fulltrúa, á fund kl. 11.30. Fóru av fundi kl. 12.00.

  4. LM-042/2025 Uppskot til samtyktar um at loyva tvítroli til fiskiskap undir Føroyum
    Málið varð ikki viðgjørt.
  5. LM-046/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin) (Flyting av fiskidøgum til árið eftir verður víðkað til eisini at fevna um bólk 5)

    Málið varð viðgjørt

Fundurin lokin kl. 12:08