Gerðabók: 17. fíggjarnevndarfundur

Fundur 17/2025

Fíggjarnevndin

Ár 2025, hósdagin hin 4. desember, kl. 09:55, var fundur í Fíggjarnevndini.

Stað: Fundarhøli 3

Á fundi vóru: Ikki á fundi: Skrivari:
  • Hallur Markná

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-015/2025 Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2026

    Kl. 10.00 kom á fund landsstýriskvinnan í almanna- og heilsumálum, Margit Stóra, saman við Bjørgfríð Ludvig, aðalstjóra, og fulltrúunum Selmu Davidsen, Sjúrði Simonsen, og Birnu Steingrímsdóttir.

    Tey fóru av fundi kl. 10.26.

  2. LM-018/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutning (Hægri avgjøld á tubbak og snús – fylgilógaruppskot til FLU 2026)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  3. LM-034/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eftirløn (Eftirlønarlógin) (Greiðari ásetingar um, nær útgjøld byrja og inngjøld steðga, heimildin fyri frítøku í sambandi við tíðaravmarkað starv verður strikað, umframt tekniskar broytingar og fylgibroytingar av broyttari lóggáva á almannaøkinum)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  4. LM-039/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Avtøka av stigvísu minkingini av uttanlandsfrádráttinum)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  5. LM-040/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (§ 154 b frádráttur)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  6. LM-047/2025 Uppskot til samtyktar fyri landsroknskapin 2024
    Málið varð ikki viðgjørt.

Fundurin lokin kl. 10:26