Gerðabók: 7. mentanarnevndarfundur

Fundur 7/2025

Mentanarnevndin

Ár 2025, hósdagin hin 4. desember, kl. 10:20, var fundur í Mentanarnevndini.

Stað: Fundarhøli 1

Á fundi vóru: Ikki á fundi: Skrivari:
  • Poula Árnadóttir Lervig / Hallur Markná

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-048/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt (Javnseting av øðrum ansingarloysnum við kommunalu ansingarstovnarnar)

    Kl. 10.30 kom á fund landsstýriskvinnan í almanna- og heilsumálum, Margit Stórá, saman við Bjørgfríð Ludvig, aðalstjóra, og Astrid Reinert Øregaard, fulltrúa.

    Tær fóru av fundi kl. 10.45.


    Málið varð viðgjørt og gjørt varð av at skriva álit.

Fundurin lokin kl. 10:50