Gerðabók: 19. fíggjarnevndarfundur

Fundur 19/2025

Fíggjarnevndin

Ár 2025, týsdagin hin 9. desember, kl. 10:00, var fundur í Fíggjarnevndini.

Stað: Fundarhøli 3

Á fundi vóru: Skrivari:
  • Hallur Markná

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-015/2025 Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2026
    Málið varð ikki viðgjørt.
  2. LM-018/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutning (Hægri avgjøld á tubbak og snús – fylgilógaruppskot til FLU 2026)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  3. LM-034/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eftirløn (Eftirlønarlógin) (Greiðari ásetingar um, nær útgjøld byrja og inngjøld steðga, heimildin fyri frítøku í sambandi við tíðaravmarkað starv verður strikað, umframt tekniskar broytingar og fylgibroytingar av broyttari lóggáva á almannaøkinum)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  4. LM-039/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Avtøka av stigvísu minkingini av uttanlandsfrádráttinum)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  5. LM-040/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (§ 154 b frádráttur)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  6. LM-047/2025 Uppskot til samtyktar fyri landsroknskapin 2024
    Málið varð ikki viðgjørt.
  7. LM-055/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll (Nýtt vørunummar í toll- og vøruskránni til Prima snús)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  8. LM-056/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um veiðigjøld fyri fiskiskap (Veiðigjaldslógin) (Striking av áseting um lægri veiðigjald, tá ið tøka kvotan minkar serliga nógv)

    Kl. 10.11 komu á fund fyri Felagið Nótaskip Páll Holm Johannesen, stjóri, Anfinn Olsen, nevndarlimur, Bogi Jacobsen, nevndarlimur, og Jan Petersen, stjóri í Christian í Grótinum P/f.

    Teir fóru av fundi kl. 10.30.


    Kl. 10.32 kom á fund fyri Føroya Fiskimannafelag, Jan Højgaard, formaður.

    Hann fór av fundi kl. 10.42.

  9. LM-057/2025 Uppskot til løgtingslóg um at gera ábøtur og umvælingar í H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum
    Málið varð ikki viðgjørt.
  10. LM-058/2025 Uppskot til løgtingslóg um at umvæla løgtingsbygningin á Tinghúsvegi 3
    Málið varð ikki viðgjørt.

Fundurin lokin kl. 10:51