Gerðabók: 22. fíggjarnevndarfundur

Fundur 22/2025

Fíggjarnevndin

Ár 2026, týsdagin hin 6. januar, kl. 10:00, var fundur í Fíggjarnevndini.

Stað: Fundarhøli 3

Á fundi vóru: Ikki á fundi: Eygleiðarar: Skrivari:
  • Hallur Markná

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-034/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eftirløn (Eftirlønarlógin) (Greiðari ásetingar um, nær útgjøld byrja og inngjøld steðga, heimildin fyri frítøku í sambandi við tíðaravmarkað starv verður strikað, umframt tekniskar broytingar og fylgibroytingar av broyttari lóggáva á almannaøkinum)

    Málið varð umrøtt.

  2. LM-039/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Avtøka av stigvísu minkingini av uttanlandsfrádráttinum)

    Málið varð umrøtt.

  3. LM-040/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (§ 154 b frádráttur)

    Málið varð umrøtt.

  4. LM-047/2025 Uppskot til samtyktar fyri landsroknskapin 2024

    Málið varð umrøtt.

  5. LM-049/2025 Uppskot til løgtingslóg um at byggja sambýli til vaksin við autismu við Rygsá á Argjum

    Innkallingar vórðu avtalaðar.

  6. LM-057/2025 Uppskot til løgtingslóg um at gera ábøtur og umvælingar í H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum

    Innkallingar vórðu avtalaðar.

  7. LM-064/2025 Uppskot til løgtingslóg um stuðul til at fyrireika, umvæla, útbyggja og nútímansgera Listasavn Føroya

    Innkallingar vórðu avtalaðar.

  8. LM-066/2025 Uppskot til løgtingslóg um fyrireiking, prosjektering og útboð av Suðuroyartunlinum við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum

    Innkallingar vórðu avtalaðar.

  9. LM-067/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m. (67 ára pensjónsaldurin hjá landsstýrisfólki eftir gomlu skipanini fylgir fólkapensjónsaldri)

    Innkallingar vórðu avtalaðar.

Fundurin lokin kl. 11:15