Gerðabók: 11. trivnaðarnevndarfundur

Fundur 11/2025

Trivnaðarnevndin

Ár 2026, hósdagin hin 8. januar, kl. 09:58, var fundur í Trivnaðarnevndini.

Stað: Fundarhøli 2

Á fundi vóru: Skrivari:
  • Poula Árnadóttir Lervig

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-068/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. (Áseting av pensjónsaldri)

    Fyri Landsfelag Pensjónista komu Beate L. Samuelsen, forkvinna, og Gunnleyg Durhuus, skrivari og samskipari, á fund kl. 10.10. Fóru av fundi kl. 10.30.

    Fyri Heilsuhjálparafelag Føroya komu Mary Antonsdóttir, forkvinna, og Ása Olsen, fyrisitingarleiðari, á fund kl. 10.30. Fóru av fundi kl. 10.50.

    Fyri næmingaráðið á Glasi komu Heðin Teitsson, formaður, Jaspur Jacobsen, skrivari, Maisól Elisa Ísheim Hentze, nevndarlimur, Gunnar Vang Niclasen, nevndarlimur, og Sjúrður Elias Heinason Eysturoy, nevndarlimur, á fund kl. 11.00. Fóru av fundi kl. 11.25.

    Fyri Fakfelagssamstarvið komu Arni Petersen, formaður í Akademikarafelag Føroya, Jacob Eli Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag, Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum og Ann Ellingsgaard, skrivari og samskipari í Fakfelagssamstarvinum, á fund kl. 11.25. Fóru av fundi kl. 11.50.

    Fyri Verkafólk (sum er nýggja navnið hjá Samtaki) komu Sonja Jógvansdóttir, samskipari, Elin Sørensen, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, Ruth Boetius, forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag, Absalon Hansen, formaður í Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Heri Reynheim, formaður í Havnar Arbeiðarafelag, á fund kl. 11.50. Fóru av fundi kl.12.10.

    Fyri Búskaparráðið komu Johnny í Grótinum, formaður, og Malan Óladóttir á Dunga, skrivari, á fund kl. 13.10. Fóru av fundi kl. 13.45.

    Fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag kom Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, á fund kl. 13.45. Fór av fundi kl.14.00.

    Landsstýriskvinnan í almanna- og heilsumálum, Margit Stórá, kom saman við Bjørgfríð Ludvig, aðalstjóra, Hera Petersen, fulltrúa og Leif Olsen, eindarleiðara í Almannaverkinum, á fund kl. 14.00. Fóru av fundi kl. 14.35.

  2. Fundur niðurlagdur 08/01 kl. 12:13

    Fundur uppafturtikin 08/01 kl. 13:01

Fundurin lokin kl. 14:41