Gerðabók: 9. rættarnevndarfundur

Fundur 9/2025

Rættarnevndin

Ár 2026, týsdagin hin 27. januar, kl. 09:31, var fundur í Rættarnevndin .

Stað: Fundarhøli 1

Á fundi vóru: Ikki á fundi: Skrivari:
  • Jóhanna Arge

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. LM-053/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yvirvøku við vakmyndatóli (Heimild til kommunur at yvirvaka serliga útsett øki, sum verður nýtt til vanliga ferðslu, við vakmyndatóli)

    Løgtingsmál 52/2025 og 24/2025 vórðu viðgjørd undir einum.


    Ingmar Berg Mikkelsen, formaður í Brotsfrøðifelag Føroya kom á fundin kl. 9.40.

    Hann fór av fundinum kl. 10.00.


    Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum kom á fundin kl. 10.05 saman við Janusi Haraldsen, løgfrøðingi.

    Teir fóru av fundinum kl. 10.25.


    Øssur Patursson, løgfrøðingur hjá Tórshavnar kommunu kom á fundin kl. 10.25.

    Hann fór av fundinum kl. 10.40.


    Katrin Thorsvig Hansen, høvuðsákæri og Ingi Midjord, ákæri frá Føroya Politi komu á fundin kl. 10.45.

    Tey fóru av fundinum kl. 11.05.

  2. LM-024/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yvirvøku við vakmyndatóli (Heimild til kommunur at seta upp vakmyndatól)

    Sí omanfyri.

  3. LM-062/2025 Uppskot til samtyktar um almannakunngering av valúrslitum

    Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum kom á fundin kl. 10.05 saman við Janusi Haraldsen, løgfrøðingi.

    Teir fóru av fundinum kl. 10.25.

  4. LM-054/2025 Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Forslag til lov om ændring af retsplejelov for Færøerne og lov for Færøerne om fuldbyrdelse af straf (Ajourføring af retsplejelov for Færøerne)

    Umboðandi Advokatfelag Føroya kom Alfred Petersen, formaður á fundin kl. 11.10 saman við Inga Højgaard og Christian F. Andreasen, nevndarlimum.

    Teir fóru av fundinum kl. 11.30.

  5. LM-052/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkayvirlit (Atgongd hjá ríkismyndugleikum til upplýsingar í Landsfólkayvirlitinum)

    Málið varð ikki viðgjørt.

  6. LM-061/2025 Uppskot til samtyktar um fíggjarligan styrk í sambandi við barnsburð
    Málið varð ikki viðgjørt.

Fundurin lokin kl. 11:45