Gerðabók: 28. fíggjarnevndarfundur
Fíggjarnevndin
Ár 2026, mánadagin hin 9. februar, kl. 09:30, var fundur í Fíggjarnevndini.
Stað: Fundarhøli 3
- Eyðgunn Samuelsen
- Beinir Johannesen
- Bjarni Hammer
- Dennis Holm
- Magnus Rasmussen
- Hanna Jensen
- Steffan Klein Poulsen
- Hallur Markná
- Gerðabók
- Til viðgerðar
-
-
- LM-047/2025 Uppskot til samtyktar fyri landsroknskapin 2024
- Málið varð ikki viðgjørt.
-
- LM-066/2025 Uppskot til løgtingslóg um fyrireiking, prosjektering og útboð av Suðuroyartunlinum við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum
Kl. 9.40 komu á fund fyri P/F Suðuroyartunnilin Teitur Samuelsen, stjóri, Einar Brimnes, ráðgevi, og Marita Hentze, næstforkvinna, saman við Gunnari Poulsen frá LBF og umhvørvisserfrøðingunum Wiliami Simonsen og Oliviu Danielsen.
Tey fóru av fundi kl. 10.33.
-
- LM-069/2025 Uppskot til samtyktar um broyting í veiðigjaldslógini
- Málið varð ikki viðgjørt.
-
- LM-078/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eftirløn (Eftirlønarlógin) (Persónar, sum hava fingið tillutaða framskundaða pensjón ella fyritíðarpensjón, kunnu byrja útgjald av eftirlønarsamansparing áðrenn almenna fólkapensjónsaldurin)
Kl. 10.40 komu á fund fyri Verkafólk Sonja Jógvansdóttir, samskipari, Heri Reynheim, formaður í Havnar Arbeiðarafelag, Ruth Boetius, forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag og Absalon Hansen, formaður í Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag.
Tey fóru av fundi kl. 11.00.
Kl. 11.00 kom á fund fyri Betri Pensjón, Helgi L. Petersen, stjóri.
Hann fór av fundi kl. 11.25.
Kl. 11.25 kom á fund landsstýriskvinnan í almanna- og heilsumálum, Margit Stórá, saman við Bjørgfríð Ludvig, aðalstjóra, og Hera Petersen, fulltrúa, og fyri Almannaverkið Palli Mortensen, deildarleiðari, og Leif Olsen, fulltrúi.
Tey fóru av fundi kl. 11.40.
Fundurin lokin kl. 12:09