Gerðabók: 11. vinnunevndarfundur
Vinnunevndin
Ár 2026, týsdagin hin 12. mai, kl. 08:56, var fundur í Vinnunevndin .
Stað: Fundarhøli 3
- Poula Árnadóttir Lervig
- Gerðabók
- Til viðgerðar
-
-
- LM-099/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fuglaveiðu (Fuglaveiðulógin) (Heimild at skjóta grágás og brandgás)
Fyri Bóndafelagið komu Siggert Patursson, formaður og Jóhan Jógvansson, nevndarlimur, á fund kl. 9.10. Fóru av fundi kl. 9.30.
Fyri Føroya Fuglafrøðifelag komu Barbara Leone, forkvinna, Jógvan Thomsen, nevndarlimur og Ragnar Smith, nevndarlimur, á fund kl. 9.35. Fóru av fundi kl. 9.56.
Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Jacob Vestergaard, kom saman við Pól E. Egholm, aðalstjóra, og Jarmund Michelsen, ráðgeva, á fund kl. 9.56. Fóru av fundi kl. 10.14.
Málið varð umrøtt og gjørt varð av at skriva álit.
-
- LM-103/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fjarskifti (Fjarskiftislógin) (Um at leingja sólseturáseting í fjarskiftislógini)
Kl. 10.14 kom á fund landsstýrismaðurin í vinnumálum, Jacob Vestergaard, saman við Pól E. Egholm, aðalstjóra, og Unn Krákustein, fulltrúa, og fyri Fjarskiftiseftirlitið Jógvan Thomsen, stjóri, og Marner Jacobsen, fulltrúi.
Tey fóru av fundi kl. 10.30.
Málið varð umrøtt og gjørt varð av at skriva álit.
-
- LM-104/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um djóravælferð (Djóravælferðarlógin) (Nágreinað verður, at veiða og fiskiveiða ikki eru fevndar av løgtingslógini)
Kl. 10.30 kom á fund landsstýrismaðurin í vinnumálum, Jacob Vestergaard, saman við Pól E. Egholm, aðalstjóra, og fyri Heilsufrøðiligu starvsstovuna Birna Mørkøre, landsdjóralækni, og Jógvan Páll Fjallsbak, deildarleiðari.
Tey fóru av fundi kl. 10.59.
Fundurin lokin kl. 11:07