Gerðabók: 12. vinnunevndarfundur

Fundur 12/2025

Vinnunevndin

Ár 2026, mikudagin hin 13. mai, kl. 09:03, var fundur í Vinnunevndin .

Stað: Fundarhøli 1

Á fundi vóru: Skrivari:
  • Poula Árnadóttir Lervig

Gerðabók

Til viðgerðar
  1. 2. viðgerð LM-093/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tryggingarvirksemi (Avtaka markið á 300 bruttotons fyri útlendskar P & I-tryggingar)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  2. 2. viðgerð LM-094/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um pantskipan fyri íløt (Ásetan av panti og rakstrargjaldi, tá skjalprógv vantar frá innflytara ella framleiðara)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  3. LM-099/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fuglaveiðu (Fuglaveiðulógin) (Heimild at skjóta grágás og brandgás)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  4. LM-101/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin) (Longd gildistíð, nágreina ella fáa heimildir til at skipa fiskiskapin, at boða frá útluting, at sýta útlendskum skipum at taka ímóti vørum, veitingum og at umskipa o.tíl., at avhenda rættindi at fiska av felagskvotu, at geva undantak frá at landa í Føroyum við fráboðan o.a.)

    Fyri Fiskimannafelagið kom Jan Højgaard, formaður, á fund kl. 9.50. Fór av fundi kl. 10.00.

    Fyri Realin komu Leivur Michelsen, stjóri, og Alisa Vesenberg Thomsen, fulltrúi, á fund kl. 10.10. Fóru av fundi kl. 10.20.

    Fyri Búskaparráðið komu Johnny í Grótinum, stjóri, og Sjúrður Zachariasson, skrivari, á fund kl. 10.30. Fóru av fundi kl. 10.45.

    Fyri Varðan kom Bogi Jacobsen, stjóri og fyri Pelagos komu Bogi P. Nielsen,stjóri, Fríðin Ziskason, virkis- tøknis- og innkeypsstjóri, og Pól í Skorini, sølustjóri, á fund kl. 10.50. Teir fóru av fundi kl. 11.15.

    Fyri Fróðskaparsetur Føroya kom Hans Ellefsen, varðadekanur og lektari, á fund kl. 11.15. Hann fór av fundi kl. 11.35.

    Fyri Felagið Peningastovnar komu Turið F. Arge, forkvinna, og Søren Lunell Bruhn, nevndarlimur, á fund kl. 11.40. Tey fóru av fundi kl. 12.00.

    Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, Herálvur Joensen, aðalstjóri, Betzy Ludvig, løgfrøðingur, og Páll Nolsøe, ráðgevi, komu saman við Maritu Rasmussen, stjóra á Havstovuni, og umboðum fyri Vørn, Jóhan Simonsen, deildarstjóra, Eilif Gaard, lívfrøðingi, og Majbritt Lamhauge, løgfrøðing,i á fund kl. 13.05.

    Tey fóru av fundi kl. 13.45.

    Nevndin gjørdi av at skriva álit.

  5. LM-103/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fjarskifti (Fjarskiftislógin) (Um at leingja sólseturáseting í fjarskiftislógini)
    Málið varð ikki viðgjørt.
  6. LM-104/2025 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um djóravælferð (Djóravælferðarlógin) (Nágreinað verður, at veiða og fiskiveiða ikki eru fevndar av løgtingslógini)

    Michael Boolsen, fúti, kom á fund kl. 9.10. Fór av fundi kl. 9.30.

    Fyri Grindamannafelagið komu Ragnar Jacobsen, formaður, Bogi Hansen, næstformaður, Bjartur Tórhalsson, nevndarlimur, Tóri Simonsen, nevndarlimur og Tina Kajsdóttir, nevndarlimur, á fund kl. 9.30. Fóru av fundi kl. 9.50.

    Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, Herálvur Joensen, aðalstjóri, Betzy Ludvig, løgfrøðingur og Páll Nolsøe, ráðgevi komu saman við umboðum fyri Havstovuna, Maritu Rasmussen, stjóra og Bjarna Mikkelsen, lívfrøðingi á fund kl. 12.40. Tey fóru av fundi kl. 13.05.

    Nevndin gjørdi av at skriva álit í málinum.

Eingin nýggjur fundur ásettur

Fundurin lokin kl. 13:50