Tingfundur 26/2019

Stað:

Ár 2019, mikudagin hin 13. november, kl. 10:00, varð tingfundur settur.


BI/

 

26. fundur 

Ár 2019, mikudagin 13. november, kl. 10.00, varð tingfundur settur.

Landsstýrismenninir Kaj Leo Holm Johannesen og Jenis av Rana og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi

Til viðgerðar:

1.       1. viðgerð av tingmáli nr. 10/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. (Lækking av mótrokning)

2.       1. viðgerð av tingmáli nr. 11/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum (Hækking av grundupphædd og lækking av frádráttarfríari inntøkuupphædd)

3.       1. viðgerð av tingmáli nr. 20/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin) (Skattafrádráttur á kr. 6.000 um árið til fólkapensjónistar)

Tingmálini nr. 10, 11 og 20/2019 vóru viðgjørd undir einum og beind í ávikavist Trivnaðarnevndina og Fíggjarnevndina

4.       1. viðgerð av tingmáli nr. 19/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Endurrindan av meirivirðisgjaldi fyri keyp og uppsetan av elriknum hitapumpuskipanum)

5.       1. viðgerð av tingmáli nr. 27/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Leingja mvg endurrindan til hitapumpuskipanir og heimild at víðka skipanina til aðrar góðkendar skipanir)

Tingmálini nr. 19 og 27/2019 vóru viðgjørd undir einum og beind í Fíggjarnevndina

6.       1. viðgerð av tingmáli nr. 18/2019: Uppskot til løgtingslóg um at seta í gildi ásetingarnar í sáttmála millum Føroyar og Grønland at sleppa undan tvískatting av inntøku og ogn

Málið beint í Fíggjarnevndina

 

Formaðurin boðaði frá, at næsti fundur verður hósdagin 14. november, kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

1.       1. viðgerð av tingmáli nr. 32/2019: Uppskot til løgtingslóg um almannatrygd og vælferð (Vælferðarlógin)

2.       1. viðgerð av tingmáli nr. 33/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. (Røktarviðbót fellur burtur, tá endurgjald verður veitt fyri mista arbeiðsinntøku til ansaran)

3.       1. viðgerð av tingmáli nr. 34/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kærunevnd í almanna-, familju- og heilsumálum (Heimildargrundarlagið broytt frá forsorgarlóg til vælferðarlóg)

4.       1. viðgerð av tingmáli nr. 35/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnavernd (Barnaverndarlógin) (Tvingsil og innur inntriv í sjálvsavgerðarrættin

5.       1. viðgerð av tingmáli nr. 37/2019: Uppskot til løgtingslo?g um tvingsil og onnur inntriv i? sja?lvsavgerðarrættin (Tvingsilslo?gin)

6.       1. viðgerð av tingmáli nr. 38/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m. (Markamót; ábyrgdarbýti ímillum land og kommunu av ávísum tænastum í heimatænastuni, eldrarøkt og trivnaðartænastum)
Tingmálini 32, 33, 34, 35, 37 og 38/2019verða viðgjørd undir einum og beind í Trivnaðarnevndina

7.       1. viðgerð av tingmáli nr. 36/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt (Minstamark av starvsfólkatímum á dagstovnum)
Málið verður beint í Mentannarnevndina

8.       1. viðgerð av tingmáli nr. 8/2019: Uppskot til samtyktar um nútímans skip til allar oyggjaleiðirnar
Málið verður beint í Rættarnevndina

9.       Framløga

 

 

 

 

Fundur lokin kl.18.15

 

 

Jógvan á Lakjuni
 løgtingsformaður

/Beinta Isaksen
skrivari

Fundurin lokin kl. 00:00

løgtingsformaður