Sambært § 6 í stýrisskipanarlógini verða løgtingsmenn valdir fyri 4 ár í senn. Tó kunnu løgmaður ella Løgtingið sjálvt, nær ið vera skal, taka avgerð um at skriva út nýval. Løgmaður kann koma við einari fráboðan um, at hann skrivar út nýval, meðan Løgtingið kann taka avgerð um hetta við einum uppskoti til samtyktar sambært § 48 í Tingskipanini. Gamla tingið hevur fullar heimildir, til nývalda tingið er sett. Tað áliggur løgmanni at skipa so fyri, at nýval verður hildið, áðrenn valskeiðið er runnið.

Løgtingið verður sett ólavsøkudag, kl. 13, tá tingárið byrjar og heldur fram til ólavsøku árið eftir. Løgtingsárið 2020 gongur sostatt frá ólavsøku 2020 fram til ólavsøku 2021. Ólavsøkudag ganga løgtingsformaður, løgtingsmenn, løgmaður, landsstýrismenn og embætismenn skrúðgongu úr tinginum í dómkirkjuna, har skrúðgonga verður hildin, og síðan aftur í tingið. Á ólavsøkufundinum greiðir løgmaður frá støðu landsins og tí, ið landsstýrið hevur í ætlan at fremja. Við støði í røðu løgmans tekur tingið innan 6 yrkadagar støðu landsins til umrøðu. Nógv virksemi er í tinginum frá oktober til jóla, tá fíggjarlógin við fylgilógum skal vera samtykt umframt tey lógaruppskot, sum skulu hava virknað frá 1. januar. Somuleiðis er nógv virksemi í tinginum í mars og apríl mánaði, áðrenn tingið fer heim seinast í apríl ella fyrst í mai.

Tá nývalda løgtingið hevur góðkent valbrøvini, verða løgtingsformaður og næstformenn valdir. Tingið velur fyrst løgtingsformannin uttan umrøðu ella nevndarviðgerð. Tá hesin er valdur, tekur hann við beinanveg og hevur fullar heimildir at skipa tingarbeiði. Síðan tilnevna flokkarnir, sum eru umboðaðir á tingi, uttan flokkurin, sum løgtingsformaðurin er úr, eftir stødd tingmann til 1., 2. og 3. Næstformann. Stendur á jøvnum í tingmannatali millum flokkarnar, ræður lutakast. Løgtingsformaður og næstformenn sita alt valskeiðið, uttan so at teir sjálvbodnir leggja frá sær, ella fýra fimtingar av øllum tingmonnum, tvs. minst 27 tingmenn, skrivliga krevja nýval av formansskapi.

Tá løgmaður skrivar út val, uttan at hava boðað frá, at hann leggur frá sær, kann hann halda fram sum løgmaður eftir eitt komandi val, um hann ikki hevur ein meiriluta av tinginum í móti sær. Hann kann tá velja at halda fram við sama landsstýri, ella at skipa hetta av nýggjum, t.d. saman við øðrum flokkum enn teimum, sum sótu frammanundan. Um løgmaður hevur biðið um at verða loystur úr starvi, ella tingið hevur samtykt misálit á løgmann, starvar løgmaður og landsstýrið, til nýggjur løgmaður er tilnevndur. Í slíkum førum kann landsstýrið ikki gera annað enn tað, sum er alneyðugt, til tess at fyrisitingin kann halda fram ótarnað. Tá løgmaður skal verða tilnevndur, boðar løgtingsformaðurin formonnunum fyri flokkunum, ið umboðaðir eru á løgtingi, hvørjum sær til samráðs at siga, hvønn teirra flokkur mælir til skal fáa litið upp í hendur at skipa nýtt landsstýri. Løgtingsformaðurin gevur síðani hesa heimild til tann, sum hevur fingið bestu undirtøkuna og harvið besta møguleikan at skipa landsstýri. Innan 10 yrkadagar eftir, at løgmaður hevur biðið um at verða loystur úr starvi, ella innan 10 yrkadagar eftir fyrsta løgtingsfund aftaná valið, skal løgtingsformaðurin leggja uppskot um løgmansevnið fyri løgtingið til atkvøðugreiðslu.

Sambært § 2 í stýrisskipanarlógini kunnu tað vera upp til 33 tingmenn. At tað júst eru 33 og ikki færri, er nærri ásett í løgtingsvallógini. Løgtingið kann sostatt samtykkja at broyta løgtingsvallógina, soleiðis at tað skulu vera t.d. 32 tingmenn, men kann ikki broyta hetta talið, so tað verður hægri enn 33. Til tess krevst fyrst ein broyting í stýrisskipanarlógini.

Stýrisskipanarlógin er evsta lógin, sum setir karmarnar fyri, hvussu fólkaræðið í Føroyum er skipað. Hon er tí ein grundvøllur, sum ikki skal vera ov lættur at broyta, alt eftir hvør situr við valdinum. Fyri at broyta Stýrisskipanarlógina krevst, at broytingin fyrst verður samtykt í Løgtinginum, og at uppskotið síðani aftur verður samtykt óbroytt í fyrstu tingsetuni hjá einum nývaldum Løgtingi. Tá nývalda Løgtingið hevur samtykt broytingina, kann løgmaður staðfesta lógarbroytingina á vanligan hátt.

Løgtingsformaðurin stýrir tingarbeiðinum í Løgtinginum. Hann boðar til løgtingsfundar og kunnger samstundis dagsskrá fyri fundin. Formaðurin hevur eisini skyldu til at boða til fundar, um tveir fimtingar av tingmonnum ella løgmaður skrivliga biðja um tingfund við dagsskrá. Løgtingsformaðurin stýrir tingfundunum og ansar eftir, at tingarbeiðið er væl skipað, og viðgerðin er virðilig. Løgtingsformaðurin er sambært Stýrisskipanarlógini hægsti myndugleiki í landinum; hann loysir løgmann úr starvi og stendur á odda fyri tilgongdini at finna nýggjan samráðingarleiðara at skipa samgongu, tá ongin løgmaður er. Løgtingsformaðurin varðveitir heimildir sínar eftir løgtingsval, til nývalt ting tekur við sambært § 9 í Stýrisskipanarlógini.

Um nýval verður, ella tá ið løgtingsseta er lokin, falla burtur øll tey uppskot til løgtingslógir, ríkislógartilmæli og aðrar samtyktir, sum ikki frammanundan eru endaliga samtykt. Gamla tingið varðveitir tó heimildir sínar, til nýtt ting tekur við, og kann viðgera uppskot, sum verða løgd fyri tingið aftaná, at val er útskrivað. Tað er tó ikki vanligt, at slík uppskot verða løgd fram.

Sambært § 3 í Stýrisskipanarlógini kunnu øll, ið hava fylt 18 ár, og sum hava danskan heimarætt og eru heimahoyrandi í Føroyum, uttan so at tey eru undir verjumáli og hava fingið rættarliga myndugleikan frátiknan eftir verjumálslógini § 6, atkvøða til løgtingsval. At vera heimahoyrandi í Føroyum merkir, at hesi eru skrásett at búgva her, ella fyribils eru stødd uttanlands í lestrarørindum, og hava søkt um at varðveitt valrættin. Hetta er nærri ásett í løgtingsvallógini.

Sambært § 18 í Stýrisskipanarlógini kann Løgtingið ikki taka avgerð um mál, uttan at meira enn helmingurin av tingmonnum eru á fundi. Hetta merkir, at 17 tingmenn av 33 skulu vera í tingsalinum, fyri at atkvøðast kann í einum máli. Løgtingsmál er samtykt, tá fleiri atkvøður eru fyri enn ímóti uppskotinum, um ikki annað er ásett í løgtingslóg. Tingmenn kunnu atkvøða fyri, ímóti ella atkvøða blankt.

Sambært § 23 í Tingskipanini verða løgtingsnevndirnar valdar á fyrsta fundinum eftir, at løgtingsformaður er valdur aftaná løgtingsval. Um so er, at løgmaður eisini skal veljast aftaná valið, verður nevndarvalið ikki sett á skrá fyrr enn til fyrsta fundin aftaná, at løgmaður er tilnevndur, uttan so at serligar umstøður gera tað neyðugt at velja ávísar nevndir fyrr. Nevndirnar verða valdar undir einum eftir lutfalsvalháttinum sambært Løgtingsvallógini eftir floksstødd ella í valbólkum. Eru valbólkar skipaðir við t.d. 18 og 15 tingmonnum í hvørjum, fáa partarnir ávikavist 18/33 og 15/33 av teimum 45 nevndarsessunum sambært § 24 í Tingskipanini. Valbólkarnir velja sínar sessir samsvarandi lutfallinum, og seta sjálvir nøvn á teirra nevndarlimir og varalimir. Tá hetta er gjørt, velur Løgtingið nevndirnar samsvarandi hesum. Nevndirnar eru valdar fyri alt valskeiðið, uttan so at tingið eftir uppskoti frá tingmanni ger av at velja nevndirnar av nýggjum.

Eitt álit er ein samandráttur av arbeiðinum í løgtingsnevndum við uppskotum. Einstøku nevndarlimirnir gera møguligar viðmerkingar til málið og koma við sínum tilmæli um, hvørja støðu teir halda, at Løgtingið skal hava í málinum, og seta fram møgulig broytingaruppskot. Álit eigur at vera lagt fram innan ein mánað eftir, at málið er beint í nevndina. Løgtingsformaðurin kann leingja freistina eftir áheitan frá nevndarformanninum.

Í Tingskipanini § 34, stk. 1 stendur: Tá ið nevndarformaðurin heldur, at sjónarmiðini hjá nevndarlimunum eru lýst til fulnar, og allar upplýsingar fingnar til vegar, verður álit skrivað.

Vanliga meginreglan er, at løgtingsnevndirnar kunnu bara taka til viðgerðar tey løgtingsmál, ið hava verið til viðgerðar í tingsalinum. Tó er heimilað at kalla inn til samráð, har nevndin kann seta løgmanni ella landsstýrismanni spurningar um ávís viðurskifti, um í minsta lagi 5 nevndarlimir ynskja tað.

Eitt samráð er ein fundur í eini nevnd í Løgtinginum, har ein landsstýrismaður ella løgmaður er innkallaður fyri munnliga at greiða frá einum ávísum máli. Til ber eisini at hava skrivligt samráð. Eitt samráð er, á sama hátt sum fyrispurningar, ein møguleiki hjá Løgtinginum at hava eftirlit við landsstýrinum.

Um nevndin avger, at samráð skal verða, tekur nevndin støðu til hetta: hvørjir spurningar skulu sendast landsstýrismanninum/løgmanni; um landsstýrismaðurin/løgmaður skal svara skrivliga ella koma á fund við nevndina at svara spurningunum og um møguliga freist fyri, nær spurningarnir skulu verða svaraðir.

Í Stýrisskipan Føroya stendur í § 54, at landsstýrið skal ráðføra seg við Uttanlandsnevndina í Løgtinginum, áðrenn avgerðir verða tiknar, ið hava stóran uttanlandspolitiskan týdning. Somuleiðis skal landsstýrið ráðføra seg við Uttanlandsnevndina í sambandi við samráðingar við ríkismyndugleikarnar av stórum týdningi fyri viðurskiftini Føroya og Danmarkar millum.

Eftir orðaljóðinum skal ráðførsla sostatt verða, tá ið “samráðingar” eru. Ikki bert tá ein avtala verður undirskrivað millum tveir partar, men tá ið samráðingar eru. Vanliga merkingin av orðinum “samráðingar” er, tá ið tveir partar ígjøgnum tingingar náa til eina semju um eitthvørt, sum vanliga er til fyrimuns fyri báðar partar.

Endamálið er, at Løgtingið skal fáa greiðu á, um ein millumtjóða sáttmáli, sum landsstýrið ætlar at gera ella viðmæla ríkisstjórnini at undirskriva, hevur Løgtingsins undirtøku.

Fyrst valdi nevndarlimurin kallar inn til fyrsta fundin innan 3 løgtingsfundardagar, eftir at nevndin er vald, har nevndin sínámillum velur formann og næstformann.

Nevndarformaðurin boðar nevndarlimunum til fundar, har hann samstundis sigur frá dagsskránni fyri fundin, og stýrir nevndarfundinum.

Tað áliggur einum nevndarformanni at gera nevndararbeiði skjótast gjørligt, og hann stílar fyri, at álit verður skrivað. Tá ið nevndarformaðurin heldur, at sjónarmiðini hjá nevndarlimunum eru lýst til fulnar í einum máli, og allar upplýsingar fingnar til vegar, gevur hann boð um at skriva álit.

Hevur formaðurin forfall, røkir næstformaðurin uppgávur formansins.

Gerðabøkur frá einum tingfundi ella einum nevndarfundi finnur tú við at trýsta á valmyndina: Hvat hendir í Løgtinginum. Undir bitanum Álmanakki  kanst tú trýsta á løgtingsfundir og nevndarfundir.

Ein annar vegur tú eisini kanst fara, fyri at finna gerðabók frá eini nevnd, er at trýsta á valmyndina: Tingmenn og nevndir. Far inn á ynsktu nevnd og finn teigin gerðabøkur. Og fyri gerðabók frá tingfundum, kanst tú trýsta á valmyndina: Mál, far undir Yvirlit og trýst á gerðabøkur.

Tað er ásett í Tingskipanini § 24, at Løgtingið hevur 7 fastar nevndir, og í hvørja skulu veljast 7 limir og 7 varalimir, undantikið Landsstýrismálanevndina, sum hevur 3 limur og 3 varalimur.

Tær 7 nevndirnar eru Fíggjarnevndin, Uttanlandsnevndin, Landsstýrismálanevndin, Vinnunevndin, Trivnaðarnevndin, Mentanarnevndin og Rættarnevndin.

Løgtingið kann seta aðrar nevndir at geva Løgtinginum tilmæli í ávísum málum, vanliga kallaðar grein 25-nevndir. Serligar reglur eru um framferðarháttin í sambandi við setan av grein  25-nevndum. Eisini kann Løgtingið seta eina grein 19 nevnd at kanna alment umvarðandi mál.Løgtingið velur harumframt limir í Norðurlandaráðið, Útnorðurráðið, Lokalnevndina, nevningagrundlistanevndina, nevndina, sum hevur eftirlit við varðhaldsfangum, eins og Løgtingið velur løgtingsgrannskoðarar.

Harafturat velur Løgtingið løgtingsformann og tríggjar næstformenn, sum mynda formansskap Løgtingssins.  

Landsstýrismálanevndin hevur rættarligt eftirlit við, at løgmaður og landsstýrismenn halda lóggávuna. Hon røkir starv sítt sambært § 38 í Stýrisskipan Føroya. Hon hevur til endamáls at ansa eftir, at landsstýrið heldur seg innan karmar lógarinnar. Landsstýrismálanevndin hevur eftir Tingskipanini § 24 ein serstatus, tí henni er heimilað at taka egin evni til viðgerðar og hevur í hesum sambandi heimild at boðsenda løgmanni ella landsstýrismanni á fund at greiða frá ávísum máli.