Leiðreglur um skrivligar fyrispurningar eftir § 52 a í Tingskipanini

  • 52 a. Tingmenn kunnu seta løgmanni og landsstýrismonnum skrivligar spurningar, sum ikki eru settir á annan hátt, um almenn viðurskifti.
    Stk. 2. Spurningurin skal vera stutt og greitt orðaður, og møguligar viðmerkingar skulu vera stuttar og greiðar. Spurningurin verður umvegis umsiting tingsins latin formanninum, sum sendir spurningin til løgmann ella avvarðandi landsstýrismann.
    Stk. 3.
    Spurningar kunnu ikki setast millum jóansøku og ólavsøku, eftir at val er skrivað út, ella eftir at landsstýrið hevur lagt frá sær jvb. § 31 í Stýrisskipanarlógini.
    Stk. 4.
    Svarast skal í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at spurningurin er latin inn. Svarið skal vera stutt og greitt orðað. Løgmaður og landsstýrismenn kunnu við skrivligari grundgeving boða frá, at spurningur ikki verður svaraður.

Snið
Spurningurin skal vera stutt og greitt orðaður.
Hetta merkir, at spurningurin og grundgevingin helst ikki fylla meira enn eina A4 síðu við vanligari skrift og uppseting.
Verður løgmaður ella ein landsstýrismaður biðin um at viðmerkja eina blaðgrein ella annað tilfar, skal innihaldið síggjast aftur í spurninginum, soleiðis at tað ikki er neyðugt at leita eftir tilfarinum fyri at skilja spurningin.
Um tingmaður ynskir at grundgeva fyri einum spurningi, skal tað síggjast týðiliga, hvat er spurningur, og hvat er grundgeving. Verður grundgivið fyri spurninginum, eiga viðmerkingarnar at vera stuttar og greiðar og nágreina sjálvan spurningin. Hetta merkir, at viðmerkingarnar ikki skulu greiða frá støðu spyrjarans til málið.
Spurningar skulu ikki setast í viðmerkingunum. 

Innihaldið í spurninginum
Spurningur, sum tingmaður setir løgmanni ella landsstýrismanni, skal snúgva seg um almenn viðurskifti.
Spurningur um privat viðurskifti hjá landsstýrismanni verður avvístur, hevur hann ikki almennan áhuga.
Persónligir spurningar annars verða avvístir, um so er, at viðkomandi persónur ikki sjálvur hevur loyvt, at spurningurin verður settur.
Um umsiting Løgtingsins heldur, at ein spurningur fellur uttanfyri § 52 a í Tingskipanini, verður málið sent løgtingsformanninum til endaliga støðutakan. Um hildið verður, at ein spurningur er háttaður soleiðis, at svarið verður ov umfatandi ella ikki kann svarast innan í mesta lagi 10 yrkadagar, verður mælt til at seta spurningin sum skrivligan fyrispurning eftir § 53 ella at biðja um samráð eftir § 24, stk. 5.
Spurningur, sum er áminning eftir svari upp á áður settan spurning, verður ikki loyvdur.
Endurtikin spurningur verður heldur ikki loyvdur uttan serliga grundgeving, sum t.d. at upprunaligi spurningurin er vorðin mistulkaður.
Spurningur eigur ikki at verða settur, um svarið er eyðvitað.
Um svarið hjá løgmanni ella einum landsstýrismanni eru trúnaðarupplýsingar, eigur spurningur at setast í nevnd, har svarast kann í trúnaði.

Móttakari
Spurningar til løgmann og landsstýrismenn eiga bert at snúgva seg um teirra málsøki. Hevur landsstýrismaður úttalað seg alment um viðurskifti, hann ikki umsitur, ber til at spyrja hann um hetta.
Sami spurningur kann ikki setast fleiri landsstýrismonnum. 

Freistir og mannagongdir
Spurningar kunnu verða settir frá eftir ólavsøku og til undan jóansøku, (vanliga frá 30. juli til 23. juni). Spurningar kunnu ikki setast eftir, at val er skrivað út, ella eftir, at landsstýrið hevur lagt frá sær. Spurningar, sum settir eru, áðrenn valið varð útskrivað, men ikki eru svaraðir, verða lagdir á heimasíðuna, og møgulig innkomin svar eru at finna á heimasíðuni.
Spurningar skulu sendast umsiting Løgtingsins teldutøkir.
Tað skal greitt tilskilast, at tað er ein § 52 a spurningur og ikki munnligur fyrispurningur eftir § 52, stk. 2  ella skrivligur fyrispurningur eftir § 53.
Umsitingin skal hava spurningin í seinasta lagi kl. 12.00, um hann skal sendast løgmanni ella landsstýrismanni sama dag, annars verður hann sendur dagin eftir.
Spurningurin verður síðan lagdur á heimasíðu tingsins.
Svarast skal í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at spurningurin er latin inn. Freistin gongur frá tí degi, spurningurin er sendur løgmanni ella landsstýrismanni.
Umsitingin sendir áminning í telduposti 8. yrkadagin.
Svarið verður sent umsitingini teldutøkt, sum síðan sendir tað til spyrjaran og leggur svarið á heimasíðuna.
Svarið skal vera stutt og greitt orðað. Løgmaður og landsstýrismenn kunnu við haldgóðari skrivligari grundgeving boða frá, at spurningur verður ikki svaraður.

Samtykt á fundi í formansskapinum 3. august 2020

 

Jógvan á Lakjuni
formaður

                                                                   /Johnhard Klettheyggj
                                                                stjóri