Tað føroyska lógasavnið inniheldur ta til eina og hvørja tíð galdandi lóggávu. Har eru at finna allar tær ásetingar, sum verða kunngjørdar í Kunngerðablaðnum, sum landsstýrið gevur út. Lógasavnið verður ført til dags so hvørt sum, ella stutt eftir at, Kunngerðablaðið kemur út.

Lógasavnið er eitt framhald av ”Lógbók fyri Føroyar”, sum landsstýrið gav út og sum í 7 bindum er dagførd fram til árslok 1997.

Frá 1. januar 1999 inniheldur lógasavnið allar tær ásetingar, sum verða kunngjørdar í Kunngerðablaðnum sum landsstýrið gevur út.

Broytingarásetingar í eldri ásetingum eru samanskrivaðar við upprunaásetingarnar. Bæði tann samanskrivaða ásetingin og broytingarásetingarnar gjørdar eftir 1. januar 1999 eru í lógasavninum.

Beinleiðis leinki til lógasavnið er her: 
Lógasavn

 

Føroysk lóggáva

Síðan tað føroyska heimastýrið varð sett á stovn 1. apríl 1948, hevur galdandi lóggáva í Føroyum verið, partvíst ásetingar givnar av teimum føroysku myndugleikunum – løgtingi og landsstýri og partvíst ásetingar givnar av ríkismyndugleikunum – fólkatingi og ríkisstjórn. 
Undan 1. apríl 1948 gjørdu ríkismyndugleikarnir allar ásetingarnar, viðhvørt sum serligar lógir ella kunngerðir fyri Føroyar.
 
Annar heimsbardagi gjørdi, at í 1940 varð sambandið millum Føroyar og Danmark kvett. Myndugleikarnir í Føroyum – løgting og amtmaður – gjørdu tí eina fyribils stjórnarskipan, sum gav løgtinginum avmarkaða lóggávuheimild. Ásetingarnar eru at finna í ”Bestemmelse nr. 1 af 9. maj 1940 om midlertidig Styrelsesform paa Færøerne”. Henda stjórnarskipan helt fram, eftir at sambandið millum Føroyar og Danmark var íkomið aftur í 1945, og fall loksins burtur, tá ið heimastýrið varð sett á stovn tann 1. apríl 1948.
 
Heimastýrislógin skilur millum sermál og felagsmál
Í sermálum hava føroyskir myndugleikar - løgting og landsstýri – lóggávuvald og fyrisitingarligt vald. Ásetingarnar verða nevndar løgtingslógir og kunngerðir. Í tann mun tað framman undan 1948 vóru gjørdar ásetingar av ríkismyndugleikunum á økjum, sum eru sermál, verða tær verandi í gildi, til tær verða settar úr gildi av føroyskum myndugleikum.

Í felagsmálum hava ríkismyndugleikarnir – fólkating og ríkisstjórn – tað lóggevandi og fyrisitingarliga valdið, men heimastýrið skal góðkenna ásetingarnar, áðrenn tær verða kunngjørdar. Ásetingarnar verða nevndar love ella ofta anordninger og bekendtgørelser.