Leiðreglur fyri nevndararbeiðið

Formansskapurin í Løgtinginum hevur umrøtt, hvussu tingfólk eiga at bera seg at í nevndararbeiðinum fyri at virða ásetingarnar í Tingskipanini og at liva upp til ta tign, sum Føroya fólk hevur sýnt teimum við at lata tey umboða seg. Við støði í hesum hevur Formansskapurin ásett hesar leiðreglur, sum eiga at verða fylgdar í nevndararbeiðinum.

Luttakarar á nevndarfundi eiga at:

  • Virða og geva seg undir boð formansins/forkvinnunar, sum stýrir fundinum
  • Halda seg til málið, sum er til viðgerðar
  • Virða, at málini eru viðgjørd fyri afturlatnum hurðum, og tí ikki endurgeva, hvat onnur hava sagt á fundinum
  • Vera sømiligir í mun til ta tign, sum arbeiðið í Løgtinginum og nevndum tess krevur
  • Minnast til at sløkkja ljóð og fráboðanir á fartelefonum, teldum o.l. inni í nevndarhølinum
  • Telefonsamrøður og matur hoyra ikki heima á nevndarfundi

Innkallingar:

  • Nevndarlimir eiga at møta stundisliga, tá innkallingar eru
  • Nevndarlimir kunnu seta innkallaðum pørtum spurningar
  • Nevndarlimir skulu ikki greiða innkallingum frá egnum fatanum og meiningum
  • Nevndarlimir skulu vera virðiligir í sínum atburði og orðavali, serliga móti innkallingum og ikki endurgeva hesi mótvegis øðrum
  • Nevndin eigur at gera sær greitt, hvørji verða innkallað og hví
    • Innkallingar eiga at verða gjørdar í góðari tíð, so hesi kunnu fyrireika seg
    • Nevndin eigur at vera væl fyrireikað at taka móti innkallingunum

Eygleiðarar - TS § 30, stk. 3:

  • Eygleiðarar á nevndarfundi skulu halda seg í bakgrundini í tøgn
  • Eygleiðarar hava ongan leiklut á nevndarfundi annað enn at kunna hoyra og síggja, hvat fyriferst har
  • Til ber ikki at vera eygleiðari til annað enn vanligar nevndarfundir, har mál hjá nevndini eru til viðgerðar

Samtykt á fundi í Formansskapinum 3. august 2023.

 

Bjørt Samuelsen
løgtingsforkvinna

                                                /

                                                                                                            Johnhard Klettheyggj
                                                                                                             løgtingsstjóri