Tingskipanin § 52, stk. 1-4:
§ 52. Løgtingsformaðurin setir regluliga á dagsskrá: Munnligar fyrispurningar til løgmann ella landsstýrismenn.
Stk. 2. Á hesum fundum kunnu løgtingsmenn uttan loyvi Løgtingsins seta løgmanni ella landsstýrismanni stuttar munnligar fyrispurningar um almenn viðurskifti, sum eru stutt og nágreiniliga orðaðir, og sum teir í seinasta lagi dagin fyri hava boðað løgtingsformanninum og løgmanni ella landsstýrismanninum frá. Løgtingsformaðurin kann, um sami spurningur verður settur av fleiri tingmonnum, gera av, at spurningarnir verða viðgjørdir undir einum. Í slíkum føri fáa allir spyrjarar talutíð sum spyrjari.
Stk. 3. Løgmaður ella landsstýrismaður svarar so aftur munnliga á sama fundi, men kann eisini uttan aðra grundgeving biðja spyrjaran seta spurningin fram av nýggjum eftir reglunum um skrivligar fyrispurningar í § 53. Í hesum føri steðgar orðaskiftið beinanvegin.
Stk. 4. Á sama hátt kann løgtingsmaður á slíkum fundum seta nevndarformanni í løgtingsnevnd fyrispurning um, hvussu gongst at viðgera ávíst mál, sum beint er nevndini, men sum einki álit er latið í enn.
Um so er, at spyrjari ikki heldur seg kunna halda seg innan hesar karmar, eigur hann at umhugsa at seta spurningin fram sum skrivligan fyrispurning. Sama ger seg galdandi, um løgmaður ella landsstýrismaður ikki heldur seg kunna svara innan ásettu talutíðina.
Spurningar skulu latast umsiting Løgtingsins teldutøkir í seinasta lagi kl. 9.30 dagin fyri, at munnligir fyrispurningar eru settir á skrá.
Samtykt á fundi í formansskapinum 3. august 2020
Jógvan á Lakjuni
formaður
/Johnhard Klettheyggj
stjóri