71. ársfundur hjá Norðurlandaráðnum

06.10.2020
Norðurlandaráðið hevur sín ársfund (sessión) á hvørjum ári í oktober-november. Í ár varð ársfundurin hildin í Stokkhólmi, har Jaspur Langgaard og Høgni Hoydal, løgtingslimir og limir í Norðurlandaráðnum, luttóku. Ársfundurin er skipaður sum ein tingseta, har alt ráðið og flestu ráðharrar í Norðurlondum eru saman á fundi og viðgera uppskot, ætlanir, frágreiðingar og fíggjarætlanina hjá Ráðharraráðnum. Á ársfundinum er aðalorðaskifti um norðurlendskt samstarv, atkvøtt verður um uppskot og ætlanir – og munnligir fyrispurningar verða settir ráðharrum og svaraðir. Bert parlamentarikararnir í Norðurlandaráðnum hava atkvøðurætt. Meðan ársfundurin er, eru eisini nevndarfundir í teimum ymsu nevndunum, umframt at ráðharraráðini á ymsu økjunum hava fundir (forsætisráðharrar, uttanríkisráðharrar, fíggjarmálaráðharrar, umhvørvismálaráðharrar, javnstøðuráðharrar o.s.fr.).