74. ST-aðalfundur (UNGA74)

07.10.2020
Í september 2019 luttók Bill Justinussen á UNGA74 í fylgi við danskari sendinevnd frá Fólkatinginum og umboði úr grønlendska tinginum. Ferðin byrjaði í amerikanska høvuðsstaðnum, Washington D.C., har ymiskir stovnar vórðu vitjaðir, áðrenn leiðin gekk til New York at luttaka á UNGA74. Ein onnur sendinevnd fór avstað í oktober, og hesa ferð var tað Brandur Sandoy, ið luttók sum umboð fyri Løgtingið.