Útnorðurráðið á ársfundi í Nuuk

06.10.2020
Fundurin varð hildin í grønlendska tinginum, Inatsisartut, har limirnir tosaðu um møguleikar og avbjóðingar hjá teimum trimum londunum í útnorðri í samband við mál, vinnulív, geopolitikk, umframt viðurskifti hjá børnum og ungum. Guðjón S. Brjánsson tók við formanssætinum í formansskapinum eftir Vivian Motzfeldt fyri komandi árið. Henrik Old gjørdist 1. næstformaður og Vivian Motzfeldt 2. næstformaður.