Uttanlandsnevnd Løgtingsins á fundi við danska uttanríkisráðharran

04.10.2020
Tann 3. september 2020 var árligi fundurin millum Uttanlandsnevndina og danska uttanríkisráðharran. Á fundinum vórðu mál av felags áhuga umrødd. Millum annað varð tosað um verjupolitisku støðuna í Norðuratlantshavi og Arktis, støðuna viðv. ES og Brexit, og støðu Føroya í Norðurlandaráðnum.