38. ársfundur Útnorðurráðsins í Nuuk

31.08.2022

Í døgunum 30. og 31. august 2022 heldur Útnorðurráðið ársfund í grønlendska høvuðsstaðnum, Nuuk, har ráðslimirnir kjakast um møguleikar og avbjóðingar hjá teimum trimum londunum í útnorðri í sambandi við ungdóm, ferðavinnu, javnstøðu, geopolitikk og samstarv og skal eisini taka støðu til tilmæli sum viðvíkja hesum evnum. Aftaná ársfundin tekur Ísland við formanssætinum í formansskapinum eftir Grønland og verður vertur fyri næsta ársfund. Formansskapurin verður skipaður við Steinunn Þóru Árnadóttir sum formanni, Edvu Jacobsen sum 1. næstformanni og Kim Kielsen sum 2. næstformanni.