39. ársfundur Útnorðurráðsins í Reykjavík

29.08.2023

Útnorðurráðið heldur í hesum døgum ársfund í Reykjavík. Á ársfundinum hittast fólkavaldu limirnir í ráðnum, ið er mannað av 6 tinglimum úr hvørjum landi í útnorðri, Grønlandi, Føroyum og Íslandi. Harumframt luttaka politikarar og gestir úr hinum Norðurlondunum. Á fundinum umrøður ráðið viðurskifti av áhuga fyri londini í útnorðri m.a. ferðavinnu, sjálvbjargni í matframleiðslu, ung í útnorðri, hvalaveiðu, veðurlagsbroytingar, Arktis og samstarv. Á fyrsta sinni bjóðar ráðið almenninginum at luttaka á opnum tiltakið í Norðurlandahúsinum í Reykjavík, har evnið er samstarv í útnorðri.

Føroyar taka við formanssætinum í formansskapinum fyri komandi árið. Nýggjur formaður verður Jenis av Rana, ið eisini er formaður fyri Útnorðurráð Løgtingsins. Kim Kielsen verður 1. næstformaður og Steinunn Tóra Árnadóttir verður 2. næstformaður.