NR4
Mynd: Jaspur Langgaard og Aksel V. Johannesen, løgtingslimir og limir í Norðurlandaráðnum.
01.11.2021

73. ársfundur Norðurlandaráðsins

Norðurlandaráðið hevur ársfund hesa vikuna.

Hesa ferð verður fundurin hildin á Christiansborg í Keypmannahavn, har Jaspur Langgaard og Aksel V. Johannesen, løgtingslimir og limir í Norðurlandaráðnum, luttaka.

Hetta er fyrstu ferð í tvey ár, at limirnir í Norðurlandaráðnum hittast fysiskt.

Koronafarsóttin og krepputilbúgving hava ein umráðandi leiklut á ársfundinum, og er evnið fyri toppfundin millum limirnar í Norðurlandaráðnum og norðurlendsku forsætisráðharrarnar: Hvat kunnu Norðurlond læra av koronakreppuni, og hvussu kann samstarvið styrkjast frameftir?

Í sambandi við ársfundin verða virðislønir Norðurlandaráðsins innan mentan og umhvørvið eisini latnar. Til ber at fylgja við ársfundinum her: norden.org/da/session2021