75. ársfundur Norðurlandaráðsins

04.11.2023

Norðurlandaráðið hevur havt ársfund hesa vikuna í norska Stórtinginum í Oslo, har Erling Eidesgaard og Johan Dahl, limir, og Liljan Weihe, varalimur, í Norðurlandaráðnum hava luttikið.

 

Høvuðsevnið fyri ársfundin var grøn, trygg og ung Norðanlond. Á dagsskránni var millum annað Norðurlond í NATO, hvussu vit kunnu økja ferðina á grøna orkuskiftinum og luttøkan hjá ungum í fólkaræðinum.

 

Gestarøðari undir setanini av ársfundinum var Jens Stoltenberg, NATO aðalskrivari, sum helt røðu um Norðurlond í nýggju trygdarpolitisku støðuni. Jens Stoltenberg umrøddu broytingar í verjusamgonguni og vísti á, at hóast vit liva í eini vandamiklari tíð við øktari kapping millum stórveldini, kríggi í Evropa og í Miðeystri, endaði Jens Stoltenberg røðu sína við hesum orðum: “Friður er altíð ein møguleiki - tað er mín boðskapur til tykkara í dag”.

 

Evnið fyri toppfundin millum limirnar í Norðurlandaráðnum og norðurlendsku forsætisráðharrarnar var, hvussu vit á bestan hátt náa visjónini at gerast heimsins sterkasta og sameinda øki. Føroysku ráðslimirnir nýttu eisini høvi til at umrøða Helsingforssáttmálan og ynski hjá Føroyum um at fáa sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum.

 

Harumframt vóru nevndarfundir á skránni, har føroysku ráðslimirnir viðgjørdu m.a. orkupolitikk, vælferðarsamfelagið, marknaðarforðingar og javnstøðupolitikk í Norðurlondum.

Í sambandi við ársfundin vórðu eisini virðislønir Norðurlandaráðsins latnar.