Jooger
01.11.2024

76. ársfundur Norðurlandaráðsins

Norðurlandaráðið hevur havt ársfund hesa vikuna í Reykjavík, har Erling Eidesgaard og Johan Dahl, limir, og Liljan Weihe, varalimur, í Norðurlandaráðnum hava luttikið.

Høvuðsevnið fyri ársfundin var friður og trygd í Arktis. Uppskotið um at endurskoða Helsingforsavtaluna fylti eisini nógv á dagsskránni. Føroysku ráðslimirnir nýttu høvi til at leggja dent á, at Føroyar ynskja at fáa sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum, og at tað hevur stóran týdning, at Føroyar verða javnsett við øll londini í Norðurlandaráðnum.

Uppskotið um at dagføra Helsingforsavtaluna varð einmælt samtykt á ársfundinum. Uppskotið fer nú víðari til tær norðurlendsku stjórnirnar, sum skulu viðgera samtykta uppskotið og umvegis Norðurlendska ráðharraráðið síðani skulu seta í verk nýggja dagførda avtalu.

Høvuðsrøðari á ársfundinum var Volodymyr Zelenskyj, presidentur í Ukraina, sum í síni røðu nýtti høvi til at takka fyri allan stuðul, ið Ukraina hevur fingið. Eisini førdi hann fram ynski um eitt tættari samstarv. Harafturat var Svjatlana Tsikhanowskaja, leiðari fyri tí demokratisku rørsluna í Belarus gestarøðari.

Harumframt vóru nevndarfundir á skránni, har føroysku ráðslimirnir viðgjørdu m.a. marknaðarforðingar og javnstøðupolitikk í Norðurlondum.