
Aðalkonsul Íslands vitjar Løgtingið
Hannes Heimisson, aðalkonsul Íslands í Føroyum, vitjaði løgtingsforkvinnuna, Bjørt Samuelsen, í Løgtinginum í dag.
Umframt at kunna seg um virksemi Løgtingsins umrøddu tey mál av felags áhuga, eitt nú broyttu valdsjavnvágina í heiminum og broyttu støðuna, sum tað hevur við sær fyri londini í Norðuratlantshavi. Góða sambandið millum Ísland og Føroyar, og ikki minst annað samstarv, sum londini hava og kunnu menna innan fleiri øki, vórðu eisini umrødd.
Hannes Heimisson, ið hevur verið sendimaður Íslands kring um í heiminum í mong ár, tók í summar við sum aðalkonsul Íslands í Føroyum eftur Ágústu Gisladóttir.