Árligi fundurin ímillum D-EEA tingnevndina hjá ES og Útnorðurráðið í Løgtinginum
Í vikuni var Løgtingið karmur um árliga fundin millum D-EEA tingnevndina hjá ES og Útnorðurráðið. D-EEA stendur fyri Delegation of the European Economic Area.
Trygd og verja í Norðuratlantshavi og formansskapurin hjá Føroyum, Grønlandi og Danmark í Arktiska ráðnum vóru evnini, ið vórðu viðgjørd og kjakast varð um.
Svein Magnason, fakligur leiðari fyri uttanríkis- og trygdarpolitikk, og Margretha Jacobsen, fulltrúi hjá Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, luttóku eisini. Tey greiddu frá ávíkavist føroyskum trygdarpolitikki og formansskapinum í Arktiska ráðnum.
Tilráðingarnar frá Útnorðurráðnum
Umboðini fyri Útnorðurráðið, Jón Gnarr, formaður, Bjørt Samuelsen, næstforkvinna, og Jenis av Rana, næstformaður í føroysku útnorðursendinevndini, greiddu frá teimum báðum tilráðingunum, ið vórðu samtyktar á ársfundinum hjá Útnorðurráðnum í Ilulissat í august í ár:
Trygd og verja í Norðuratlantshavi og verja av undirstøðukervinum í Norðuratlantshavi.
Harumframt varð eisini greitt frá ætlaða NATO-radaranum í Føroyum.

Mynd: Jón Gnarr, formaður í Útnorðurráðnum, Bjørt Samuelsen, næstforkvinna og
Jenis av Rana, limur í føroysku sendinevndini í Útnorðurráðnum.
Undirstøðukervið í Norðuratlantshavi
Á vitjanini í Føroyum varð eisini vitjað í Føroya Tele, har stjórin, Kristian Reinert Davidsen, og Eilev Sivertsen, trygdarstjóri, greiddu frá støðuni við undirstøðukervinum í Norðuratlantshavi.
Her varð eitt nú víst á munin millum undirstøðukervið í evropeiska meginøkinum og tað í Norðuratlantshavið. Júst tann myndin gjørdi tað týðiligari, hvør tørvurin er í Norðuratlantshavi, tá viðvíkur undirstøðukervi.
Christel Schaldemose, ein av varaforsetunum í ES-tinginum, er partur av D-EAA nevndini og greið í sínum máli: "Eg fari avstað aftur hiðani, vitandi at neyðugt er at styrkja okkara samstarv, men eisini vitandi at tað ikki er torført, tí vit vilja hvønn annan. Tørvur er á fleiri undirsjóvarkáplum til samskifti. Fyri at tryggja okkum ímóti álopum, hava vit tørv á góðum samstarvi og felagsskapi."

Mynd: Jón Gnarr, formaður í Útnorðurráðnum og Christel Schaldemose, ein av
vara-forsetunum í ES-tinginum.
Áhugavert var eisini at hoyra júst ES-tinglimirnar úr ávíkavist Finlandi, Estlandi og Pólandi greiða frá hvussu støðan í heiminum ávirkar í teirra heimlondum. Finland og Estland eru grannalond hjá Russlandi. So seint sum í farnu viku upplivdu tey í Pólandi, at 21 russiskar dronur vóru komnar í teirra luftrúm. "Hetta var ófrættakent", greiddi pólski ES-tinglimurin, Łukasz Kohut frá.

Mynd: Jüri Ratas úr Estlandi og Łukasz Kohut úr Pólandi ES-tinglimir.
Sambandið millum Føroyar og ES
Næstforkvinnan í Útnorðurráðnum, Bjørt Samuelsen gav eisini D-EEA nevndini eina støðulýsing av sambandinum millum Føroyar og ES, og greiddi millum annað frá handilssáttmálanum og granskingarsamstarvinum landanna millum. Eisini greiddi hon frá semjuskjalinum, sum løgmaður, Aksel V. Johannesen og ES-nevndarforkvinnan, Ursula von der Leyen skrivaðu undir í Tinganesi í fjør, har partarnir sýna vilja til at styrkja samstarvið á fleiri økjum millum Føroyar og Evropasamveldið. Fyri Føroyar fer tað vónandi at føra við sær betri atgongd fyri virkaðar matvørum úr Føroyum til ES-marknaðin, ið er størsti útflutningsmarknaður okkara.
D-EEA er ein undirnevnd í ES, ið setur sjóneykuna á samstørv við lond og økir í Norðuratlantshavi, sum ikki eru partur av ES.
Næsti fundur millum D-EEA nevndina og Útnorðurráðið verður í Brussel næsta ár.

Mynd: Christel Schaldemose, ein av vara-forsetunum í ES og Mika Aaltola úr Finlandi
ES-tinglimur.