Ársfundur Norðurlandaráðsins

27.10.2020
Norðurlandaráðið hevur ársfund (sessión) á hvørjum ári í viku 44, men orsakað av koronufarsóttini verður ársfundurin ikki hildin á vanligan hátt í ár. Vanliga er ársfundurin skipaður sum ein tingseta, har alt ráðið og flestu ráðharrar í Norðurlondum eru saman á fundi og viðgera uppskot, ætlanir, frágreiðingar og fíggjarætlanina hjá Ráðharraráðnum. Hóast hetta verða týdningarmiklir politiskir toppfundir hildnir hesa vikuna, ið verða hæddarpunktið fyri norðurlendskan politikk í 2020. Fundirnir eru talgildir og verða hildnir umvegis netið, millum annað ein felags fundur um COVID-19 kreppuna og avleiðingarnar av farsóttini í Norðurlondum, har ST aðalskrivarin, António Guterres, verður gestarøðari. Norðurlendsku forsætisráðharrarnir og stjórnarleiðararnir, umframt limir Norðurlandaráðsins luttaka eisini á hesum fundi. Jaspur Langgaard og Høgni Hoydal, løgtingslimir og limir í Norðurlandaráðnum, luttaka vegna Løgtingið á fleiri fundum umvegis netið hesa vikuna. Tey einastu tiltøkini, sum verða send beinleiðis í ár, eru orðaskiftið um COVID-19 og Norðurlond og hátíðarsýningin, har virðislønir Norðurlandaráðsins verða handaðar, ið bæði eru 27. oktober. Hesi tiltøk verða stroymd inni á www.norden.org/da