
Ársfundur Útnorðurráðsins 2021 hildin í Vági
Útnorðurráðið helt ársfund týsdagin 31. august og mikudagin 1. september í Vági.
Á ársfundinum hittust fólkavaldu limirnir í ráðnum, ið er mannað av seks tinglimum úr hvørjum landi í útnorðri; Grønlandi, Føroyum og Íslandi. Harumframt luttók Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, eisini á fundinum, og ráðslimirnir fingu høvi at kjakast við landsstýrismannin um týdningarmikil evni.
Útnorðurráðið samtykti tvey tilmæli á ársfundinum. Í fyrra tilmælinum mælir ráðið ráðharrunum í umhvørvis- og veðurlagsmálum at økja samstarvið. Í seinna tilmælinum veður heitt á stjórnirnar í Grønlandi, Íslandi og Føroyum at styrkja samstarvið um at skipa og menna fjarundirvísing í útnorðri. Siverth K. Heilman tók við formanssætinum í formansskapinum eftir Henrik Old fyri komandi árið. Guðjón S. Brjánsson gjørdist 1. næstformaður og Edva Jacobsen 2. næstformaður og tók harvið við sum formaður fyri Útnorðurráð Løgtingsins.