Ársfundur Útnorðurráðsins 2021 hildin í Vági

03.09.2021
Útnorðurráðið helt ársfund týsdagin 31. august og mikudagin 1. september í Vági. Á ársfundinum hittust fólkavaldu limirnir í ráðnum, ið er mannað av seks tinglimum úr hvørjum landi í útnorðri, Grønlandi, Føroyum og Íslandi. Harumframt luttók Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, eisini á fundinum, og ráðslimirnir fingu høvi at kjakast við landsstýrismannin um týdningarmikil evni. Útnorðurráðið samtykti tvey tilmæli á ársfundinum. Í fyrra tilmælinum mælir ráðið ráðharrunum í umhvørvis- og veðurlagsmálum at økja samstarvið. Í seinna tilmælinum veður heitt á stjórnirnar í Grønlandi, Íslandi og Føroyum at styrkja samstarvið um at skipa og menna fjarundirvísing í útnorðri. Siverth K. Heilman tók við formanssætinum í formansskapinum eftir Henrik Old fyri komandi árið. Guðjón S. Brjánsson gjørdist 1. næstformaður og Edva Jacobsen 2. næstformaður og tók harvið við sum formaður fyri Útnorðurráð Løgtingsins. Ein upptøka frá fundinum sæst á www.vestnordisk.is