
Barnanna umboðsmaður 10 ár og Landsgrannskoðanin 25 ár
10 ár eru liðin, síðani Løgtingsins umboðsmaður fekk sum uppgávu at hava eitt serligt eftirlit við, at ST-Barnarættindasáttmálin verður hildin, og 25 ár eru liðin, síðani Landsgrannskoðanin formliga varð skipað sum óheftur stovnur undir Løgtinginum.
Hetta verður hátíðarhildið á einum evnisdegi mikudagin 5. februar 2025 við evnunum Rødd barnsins og Eftirlit við landsins pengum.
Sjóneykan verður sett á Barnananna umboðsmann og Landsgrannskoðanina, sum eru týðandi eftirlitsstovnar undir Løgtinginum. Hvussu virka hesir stovnar í dag, og hvussu eiga teir at virka í framtíðini. Løgtingsfólk, landsstýrið, Barnanna umboðsmaður, Landsgrannskoðanin og embætisfólk eru boðin til dagin. Eisini luttaka gestir úr grannalondum.
Løgtingsforkvinnan setir dagin. ”Hetta eru tveir óheftir eftirlitsstovnar undir Løgtinginum, ið hava sera stóran týdning fyri borgaran, bæði børn og vaksin, og eisini fyrisitingina. Tí hava vit valt at nýta hetta høvið at hava ein evnisdag um hesar stovnar.” sigur Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna.
Skráin fyrrapartin er um Barnanna umboðsmann nú og í framtíðini. Framløgur eru við Barnanna umboðsmanni, norska barnaumboðnum, Barnabata og landsstýrismanninum í barna- og útbúgvingarmálum. Eftir tað er orðaskifti á skránni við yvirskriftini: Hvussu styrkja vit rødd barnsins.
Skráin seinnapartin er um Landsgrannskoðanina. Ljós verður varpað á arbeiðið hjá Landsgrannskoðanini og hjá løgtingsgrannskoðarunum. Framløgur verða um skipanirnar í grannalondum okkara, um nýggju norsku lógina um ríkisgrannskoðan, og um hvussu landsstýrið loftar frágreiðingunum frá Landsgrannskoðanini. Síðani er orðaskifti undir heitinum: Hvussu styrkja vit eftirlitið við landsins pengum.
Tiltakið er fyri innboðin.
Skráin sæst her.