Bjarni Kárason Petersen og Súsanna Bertholdsen í Løgtingið
Í fráboðan til løgtingsforkvinnuna hevur løgmaður boðað frá, at hann við gildi frá og við 1. desembur 2025 hevur loyst úr embæti, sbrt. § 29, stk. 2 í løgtingslóg nr. 103 frá 26. juli 1994 um Stýrisskipan Føroya:
Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismann í barna- og útbúgvingarmálum,
Bjarna Kárason Petersen, landsstýrismann í lógarmálum, og
Jóhan Christiansen, landsstýrismann í fiskivinnu- og samferðslumálum.
Samstundis er landsstýrið umskipað soleiðis, at:
Sirið Stenberg heldur fram sum varaløgkvinna og landsstýriskvinna í uttanríkis- og mentamálum,
Ruth Vang heldur fram sum landsstýriskvinna í fíggjarmálum,
Margit Stórá gerst landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum,
Súsanna Bertholdsen gerst landsstýriskvinna í barna- og útbúgvingarmálum, og
Eirikur í Jákupsstovu gerst landsstýrismaður í tilfeingis- og vinnumálum.
Í seinni fráboðan hevur løgmaður gjørt kunnugt, at hann við gildi frá og við 2. desembur 2025 hevur loyst Súsonnu Bertholdsen úr embæti sum landsstýriskvinna í barna- og útbúgvingarmálum, sbrt. § 29, stk. 1 í løgtingslóg nr. 103 frá 26. juli 1994 um Stýrisskipan Føroya og samstundis sett Djóna Nolsøe Joensen aftur í embætið sum landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum.
Í hesum sambandi hevur løgtingsmaðurin Djóni Nolsøe Joensen, vísandi til § 32, stk. 1 í Stýrisskipan Føroya, sagt løgtingssessin frá sær, meðan hann situr í landsstýrinum.
Bjarni Kárason Petersen fyri Framsókn og Súsanna Bertholdsen fyri Javnaðarflokkin hava sostatt tikið sæti á Løgtingi.