Løgting Export AKHC 22
Mynd: tingsalurin og tinglimir hinuvegin glashurðina.
10.12.2025

Broytingar í løgtingsnevndunum

Í sambandi við at broytingar eru gjørdar í landsstýrinum, og at nevndarlimir tí eru farnir frá, hava Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn, tilnevnt nýggjar nevndarlimir. 

Í Mentanarnevndini er Súsanna Bertholdsen varalimur fyri Eyðgunn Samuelsen

Í Trivnaðarnevndini er Súsanna Bertholdsen fastur limur fyri Kim Durhuus, sum er farin úr tinginum. 

Í Uttanlandsnevndini er Bjarni Kárason Petersen fastur limur fyri Karlot Hergeirsson. Karlot Hergeirsson er varalimur fyri Árna M. Dam, sum er farin úr tinginum. 

Í Vinnunevndini er Bjarni Kárason Petersen fastur limur fyri Árna M. Dam, sum er farin úr tinginum. Hanna Jensen er varalimur. 

Í Landsstýrismálanevndini er Bjarni Kárason Petersen varalimur fyri Árna M. Dam, sum er farin úr tinginum. 

Í Útnorðurráðnum er Karlot Hergeirsson fastur limur fyri Árna M. Dam, sum er farin úr tinginum. Meðan Bjarni Kárason Petersen er varalimur.