Danski formansskapurin á vitjan
Í døgunum 7. - 9. juni hevur formansskapurin í Fólkatinginum verið á vitjan hjá formansskapinum í Løgtinginum.
Formansskapirnir í báðum tingunum hittast árliga. Hesa ferð var føroyski formansskapurin vertur.
Fundur varð hildin um mál og viðurskifti av felags áhuga viðvíkjandi tingarbeiðinum í londunum báðum. Harumframt varð eitt nú vitjað hjá Atlantic Airways Aviation Academy, Salt, Varðan Pelagic, kirkjuna í Fámjin, Við Tjarnir og í Kirkjubø.
Vertir fyri vitjanina vóru løgtingsformaðurin Johan Dahl, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Hervør Pálsdóttir og Jóhannis Joensen, næstforfólkum. Úr danska formansskapinum vóru Søren Gade, fólkatingsformaður, Karsten Hønge, Morten Messerschmidt og Lars-Christian Brask, næstforfólk.
Fylgið fór av landinum aftur í dag.

Mynd: Fyrsta vitjan var hjá Atlantic Airways Aviation Academy. Magnus á Stongunum og Hans Erik Jakobsen greiddu frá.

Mynd: Johan Dahl, løgtingsformaður, Lars-Christian Brask, fjórði næstformaður í Fólkatinginum, og Søren Gade formaður í Fólkatinginum.

Mynd: Johan Dahl, løgtingsformaður, við vitan í Akrabyrgi.

Mynd: Vitjað varð eisini í Fámjins kirkju.

Mynd: Regin W. Dalsgaard, stjóri við Tjarnir, vísti runt. Fundurin ímillum
føroyska og danska formansskapin varð hildin við Tjarnir.