Djóni Nolsøe Joensen fyri Jóhannis Joensen
Í skrivi frá 21. oktober 2026 hevur løgtingsmaðurin Jóhannis Joensen biðið um farloyvi úr Løgtinginum í sambandi við luttøku á ST-aðalfundi.
Farloyvið er galdandi frá 5. til 12. november 2026.
Næstur á listanum hjá Javnaðarflokkinum er Djóni Nolsøe Joensen, sum í hesum sambandi hevur tikið sæti á tingi.