Design Uden Navn (2)
Mynd: Hervør Pálsdóttir, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi og Erling Eidesgaard, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi.
09.12.2025

Erling Eidesgaard fyri Hervør Pálsdóttir

Hervør Pálsdóttir hevur í skrivi, dagfest 5. Desembur 2025, biðið um farloyvi sambært § 63 í Tingskipanini, og um at næsta fólk á lista Tjóðveldis tekur sæti á tingi. 

Hetta galdandi frá 9. Desembur, til løgtingskvinnan boðar frá, at hon aftur tekur sæti.

Tað bleiv samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Erling Eidesgaard, ið áður hevur verið á tingi, tekur sæti í dag 9. Desembur.