Evnisfundur Norðurlandaráðsins í Oslo: Eru Norðurlond fyrireikaði til kreppur ?
Árligi evnisfundurin hjá Norðurlandaráðnum varð hesuferð hildin í Oslo í døgunum 16.-17. apríl 2026. Nýggja tingið hevur ikki valt limir í Norðurlandaráðið enn, og tí luttóku undanfarnu limirnir Johan Dahl og Høgni Hoydal á fundinum.
Evnið á fundinum hesuferð var “Är Norden förberett på kriser? Flexibelt samarbete och fri rörlighet som grund för nordisk motståndskraft”. Høvuðsevnini vóru sostatt samfelagstrygd og tilbúgving, og dentur varð serliga lagdur á týdningin av, at Norðurlond eru fyrireikaði, um kreppur stinga seg upp.
Millum gestirnar á fundinum vóru norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, og ukrainski varaheilsumálaráðharrin, Ihor Kopach, sum eisini luttóku í orðaskiftinum, eins og møguleiki var hjá limunum at seta teimum spurningar.
Eins og undanfarin ár var spyrjitími á skránni við norðurlendsku samstarvsráðharrunum. Bárður á Steig Nielsen, nýggi føroyski samstarvsráðharrin, luttók saman við íslendska samstarvsráðharranum, Logi Már Einarsson. Føroyar hava, saman við Danmark, formansskapin í Norðurlendska Ráðharraráðnum í ár. Limirnir høvdu møguleika at seta ráðharrunum spurningar.
Dagføringin av Helsingforsavtaluni – norðurlendsku grundlógini – fylti nógv í orðaskiftinum á fundinum. Eitt samt Norðurlandaráð tók í 2024 avgerð um, at Helsingforsavtalan skal dagførast á fleiri økjum. Uppgávan liggur nú hjá norðurlendsku stjórnunum, og fyri góðum mánaða síðan bleiv avgerð tikin um at seta eina nevnd at gera uppskot til ítøkiligar broytingar í avtaluni. Hóast tilráðingin frá Norðurlandaráðnum hevur í sær nógvar ymiskar broytingar í Helsingforsavtaluni, er arbeiðssetningurin hjá nevndini í fyrstu syftu at kanna spurningin um fullgildan limaskap til Føroyar, Grønland og Áland í Norðurlandaráðnum.
Okkara limir nýttu høvið at spyrja bæði norska forsætisráðharran og norðurlendsku samstarvsráðharrarnar um arbeiðið við dagføringini. Nevndin er farin til verka, og ætlanin er at hava ítøkilig uppskot til, hvussu Føroyar, Grønland og Áland verða javnsett við hini londini í Norðurlandaráðnum, klár til ársfundin í oktober í ár.
Hetta var seinasti fundurin hjá Johan Dahl í Norðurlandaráðnum, nú hann fer at røkja sessin sum løgtingsformaður. Á komandi tingfundi verða nýggj umboð vald í føroysku sendinevndina í Norðurlandaráðnum.