Evnisfundur Norðurlandaráðsins

02.07.2021
Hesa vikuna hevur árligi evnisfundur Norðurlandaráðsins verið, men orsakað av koronufarsóttini, varð hesin skipaður heldur øðrvísi í ár. Hetta var fyrsti talgildi evnisfundur í søgu Norðurlandaráðsins.

Umframt sjálvan evnisfundin hevur nógv fundarvirksemi verið m.a. í formansskapinum, nevndum og flokkum.

Á felags tingsetuni vóru fleiri týdningarmikil mál á skrá, og í ár var aðalorðaskifti um nettrygd og hóttanir á internetinum, har ráðharrar, tingfólk og útlendskir gestir luttóku. Eisini var spurnatími, har norðurlendsku samstarvsráðharrarnir skuldu svara spurningum frá tingfólkum um koronustøðuna og handfaringina av hesi.

87 tingfólk og 13 ráðharrar úr øllum Norðurlondum, umframt innbodnir gestir, luttóku í talgildu tingsetuni.

Jaspur Langgaard og Høgni Hoydal, løgtingslimir og limir í Norðurlandaráðnum, luttóku á fundunum.