Evnisráðsstevna Útnorðurráðsins: Neyðugt at seta inn so tíðliga, sum gjørligt
At seta inn so tíðliga, sum gjørligt – hetta hevur verið ein av gjøgnumgangandi boðskapunum til fyrra part av evnisráðstevnu Útnorðurráðsins, sum er í hesum døgum.
Omanfyri 50 fólk, fyrilestrarhaldarar, politikarar og gestir, hava luttikið til evnisráðstevnuna Bjartari vón fyri trivnað hjá ungum í útnorðri.
Í setanarrøðuni spurdi forkvinnan fyri føroysku sendinevndina, Bjørt Samuelsen, millum annað “Hoyra og síggja vit, hvat tey ungu siga og royna at vísa okkum? Vilja vit taka tað til okkum og virka, soleiðis, at vit veruliga skapa nýggja vón og menna trivnað og vælferð hjá okkara ungu?”. Les setanarrøðuna her.

Mynd: Føroyar eru vertir fyri evnisráðsstevnu Útnorðurráðsins. Bjørt Samuelsen, forkvinna fyri føroysku sendinevndina, setti ráðsstevnuna.
Avbjóðingar hjá ungum í útnorðri
Ung fólk úr øllum trimum londunum í útnorðri góvu innlit í teirra egnu royndir og avbjóðingar sum ung í útnorðri.
Monika Hjelm, limur í Sinnisbati Ung, vísti eisini á tørvin at seta inn við hjálp, so tíðliga sum gjørligt, hjá børnum og ungum, ið hava avbjóðingar. “Tað snýr seg ikki um, hvørt vit hava ráð ella ikki, heldur snýr tað seg um, hvørt vit hava ráð at bíða”, segði Monika Hjelm.

Mynd: Monika Hjelm, ein av teimum trimum ungu úr útnorðri.
Emma Lennert úr Grønlandi vísti eitt nú á ein tungan sálarligan arv, ið hevur seyrað ígjøgnum ættarlið í Grønlandi, og sum á tann hátt hevur givið og enn gevur børnum og ungum í landinum stórar avbjóðingar. Eitt nú við høga talinum av sjálvmorðum ímillum børn og ung. Hesin arvurin, saman við veðurlagsbroytingum og núverandi geopolitisku støðuni, sum Grønland er í, merkist týðiligt ímillum børn og ung í Grønlandi.
Ólafur Valur Ólafson úr Íslandi vísti á, hvussu tað gerast alsamt fleiri børn, ið koma í rúsevnamisnýtslu. Eina rúsevnamisnýtslu, sum samstundis førir børnini í eitt harðrent og náðileyst umhvørvi.
Eftir hvørja av hesum framløgunum vóru kjak ímillum ungu luttakararnar, serfrøðingar og politikarar.

Mynd: Evnisráðstevnan varð leidd av Jóhannisi Erlendsson, sum er limur í Ungdommens Nordiske Råd.
Ymiskar eru fortreytirnar og avbjóðingarnar hjá børnum og ungum í útnorðri, og torført er at peika á eina rætta loysn fyri øll londini. Tó gevur ein evnisráðstevna, sum hendan, íblástur og leggur lunnar undir samstarv ímillum londini, fyri at gera átøk at styrkja um trivnaðin og sálarligu heilsuna hjá børnum og ungum í hesum londunum.

Mynd: Íslendska sendinevndin og nøkur av teimum grønlendsku umboðunum.
Luttøka á egnum móðurmáli
Til evnisráðstevnuna í dag var tað fyrstu ferð, at vit í Føroyum høvdu beinleiðis tulking til føroyskt og úr føroyskum. Samstundis er tað fyrstu ferð, at stroymt verður við føroyskari beinleiðis tulking.

Mynd: Marita Thomsen og Birgit Remmel, tveir av trimum føroyskum tulkum til evnisráðstevnuna.
Evnisráðstevna Útnorðurráðsins heldur fram við einum fundi ímillum politikararnar í Útnorðurráðnum. Tá verður tikið saman um tað, sum kom fram frá ungu fólkunum og serfrøðingunum úr teimum trimum londunum. Og harvið eisini sett nærri út í kortið, hvørjar loysnir eiga at verða gjørdar, fyri at betra um trivnaðin og sálarligu heilsuna hjá børnum og ungum í útnorðri. Fyrst verður tó tosað um geopolitisku støðuna, sum Grønland er komið í.

Mynd: Føroysku umboðini