Mynd Útnorðurráðið Temaráðstevna 2025
21.01.2025

Evnisráðstevna hjá Útnorðurráðnum

Í hesum døgum hevur Útnorðurráðið sína árligu evnisráðstevnu, hesaferð í Reykjavík. Evnið á ráðstevnuni er “Flutningur og undirstøðukervi i Útnorðri” við serligum denti á flog- og skipaferðslu, trygd av avgerandi undirstøðukervi og grønari flutningur í útnorðri.

Á ráðstevnuni hevur trygdin av avgerðandi undirstøðukervinum í útnorðri, nú áhugin fyri trygd og verju í norðurhøvum er sera nógv øktur, verið nógv umrødd. Eisini hevur stóri týdningurin av nýggju floghavnunum í Grønlandi fyri framtíðar samstarvið millum londini í útnorðri verið á skránni.

At umrøða evnini eru komin parlamentarikarar, vísindafólk og gestir úr øllum londunum í útnorðri umframt Danmark og Noregi.

Umframt framløgur og orðaskifti hevur føroyska sendinevndin havt høvi at røkja sambandið við parlamentarikarar úr hinum londunum og gestir við vitan og áhuga fyri evnum, ið eru serliga viðkomandi fyri londini í útnorðri.