Evnisráðstevna Útnorðurráðsins: Bjartari vón fyri trivnað hjá ungum í útnorðri
Evnisráðstevna Útnorðurráðsins, sum verður hildin í Tórshavn í døgunum 27. og 28. januar 2026, varpar ljós á ung og sálarligar avbjóðingar í útnorðri.
Serfrøðingar úr teimum trimum londunum í útnorðri, Grønlandi, Íslandi og Føroyum, fara at lýsa trivnaðin hjá ungum í teirra heimlandi.
Harumframt verður pallborðskjak eftir hvørja framløgu millum serfrøðingar og politikarar.
Evnisráðstevnan verður sett týsdagin 27. januar kl.09.00 og heldur fram til kl.15.30.
Sí skránna her.