
Februarfundir Norðurlandaráðsins 2025
Norðurlandaráðið hevur hesa vikuna havt fundir í Keypmannahavn. Føroysku limirnir, Erling Eidesgaard og Johan Dahl, luttóku á fundunum.
Umframt nevndar- og floksfundir, sum altíð eru á skránni til sonevndu februarfundirnar, vóru ymisk áhugaverd innsløg. Eitt nú var ein felagsfundur, har evnið var Skyggeflåden i Østersøen. Sjóneykan varð sett á Eystursjógvin; hvønn týdning økið hevur fyri norðurlond, hvørjar hóttanir og avbjóðingar eru fyri økið, og hvat kann verða gjørt, fyri at forða møguligum álopum á t.d. undirstøðukervi og kaðlar. Eisini var ein framløga frá ukrainska sendiharranum í Danmark, Andrii Yanevski. Sendiharrin brúkti m.a. høvið at takka fyri norðurlendska stuðulin til Ukraina í stríði teirra móti russisku innrásini. Hann vísti á, at núverandi revsiátøkini móti Russlandi hjálpa, men at hesi ikki eru nóg mikið. Spurdur, hvussu norðurlendsku londini á besta hátt kunnu hjálpa Ukraina í tíðini sum kemur, svaraði sendimaðurin, at fíggjarligi stuðulin til vápn er altavgerandi. Her tók sendiharrin serliga fram danska modellið, har fíggjarligur stuðul verður veittur til vápnaframleiðslu í Ukraina. Hetta er eftir hansara tykki besti mátin hjá londum at stuðla Ukraina.
Aftur hesuferð fylti uppskotið um at dagføra Helsingforsavtaluna nógv á dagsskránni – Føroyar ynskja sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum, soleiðis at vit verða javnsett við øll hini limalondini. Harumframt varð uppskotið frá føroysku limunum um at geva Føroyum, Grønlandi og Álandi sæti í formansskapinum í Norðurlandaráðnum viðgjørt.