Grønlendska Fíggjarnevnd
13.06.2024

Fíggjar- og skattanevndin í Inatsisartut vitjaði Løgtingið

Í dag hevur fíggjar- og skattanevndin í grønlendska tinginum, Inatsisartut, verið á vitjan í Løgtinginum. Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, bjóðaði vælkomin og greiddi saman við løgtingsstjóranum, Johnhardi Klettheyggj, frá um søgu Løgtingsins og føroyskan politikk.

Síðani fór nevndin á fund við Fíggjarnevnd Løgtingsins, har nevndarforkvinnan, Eyðgunn Samuelsen, greiddi teimum frá um føroyska búskapin í breiðum høpi og um fíggjarpolitisku støðuna. Millum evnini, ið vórðu viðgjørd í hesum sambandi, var tað tvørrandi fíggjarpolitiska haldførið og tørvurin á nýskipanum komandi árini. Nevndirnar lutaðu síðani við hvørja aðra vitan og royndir í sambandi við nakrar av teimum avbjóðingum, ið londini í onkran mun hava í felag, og hvørjar politiskar loysnir eru í umbúna.