Fíggjarnevndin Blákrossheimið
Løgtingsins Fíggjarnevnd saman við starvsfólkum á Blákrossheiminum
17.09.2025

Fíggjarnevndin á vitjan í Eysturoynni

Fíggjarnevndin vitjaði mánadagin 15. september 2025 tríggjar stovnar í Eysturoynni: Rásina í Saltangará, Miðnám á Kambsdali og Blákrossheimið á Nesi.

Á Rásini, sum er eftirskúli til ung við menningartarni, ið eru liðug við fólkaskúlan, tóku næmingar og starvsfólk væl ímóti við morgunmati, sangi og rundvísing í hølunum umframt frágreiðing um virksemið. Rásin er júst liðugt útbygd. 

Haðani gekk leiðin til Miðnám á Kambsdali, har rektarin greiddi frá virkseminum og vísti nevndini nýggju karmarnar í sambandi við verkætlanina at um- og útbyggja skúlan við eitt nú nýggjum felagsøki og nútímans skúlastovum.

At enda gekk leiðin út á Nes at vitja viðgerðarstovnin Blákrossheimið, sum hevur til endamáls at virka sum viðgerðar- og avrúsingarstaður. Starvsfólk vístu nevndini karmarnar og greiddu frá virkseminum á staðnum og teimum ymisku tilboðunum, ið stovnurin veitir.

Løgtingsins Fíggjarnevnd uttanfyri Rásina
Mynd: Løgtingsins Fíggjarnevnd saman við starvsfólkum á Rásini.