IMG 6385
Mynd: Fíggjarnevndin saman við forkvinnuni í MEGD, Ásu Olsen og aðalskrivaranum, Bárði Atlason Ísheim.
07.11.2025

Fíggjarnevndin vitjað MEGD og Yrkisdepilin

Fíggjarnevndin vitjaði mikudagin 5. novembur 2025 MEGD og Yrkisdepilin. 

MEGD er meginfelag fyri 24 limafeløg hjá fólki, ið bera brek. Umleið 4.000 limir eru í MEGD. 
MEGD arbeiðir fyri, at í Føroyum skal vera gott hjá fólki, ið bera brek, at búgva. Harvið virkar MEGD fyri áhugamálum teirra, ið bera brek, og limafeløgum teirra. 

Forkvinnan í MEGD, Ása Olsen, saman við aðalskrivaranum, Bárði Atlason Ísheim, greiddi Fíggjarnevndini frá um felagið. Herundir endamál, bygnað, virksemi, rakstur og annað. 

Yrkisdepilin umsitur føroyskar yrkisútbúgvingar og er í hesum høpi bindilið millum løntakarar, arbeiðsgevarar, útbúgvingarstovnar og Barna- og útbúgvingarmálaráðið. Yrkisdepilin veitir vegleiðing til teirra, ið vilja gerast lærlingar, tey sum eru í læru, til læruplássini og til myndugleikar. 

Stjórin, Randi Frederiksberg, greiddi Fíggjarnevndini frá um millum annað søguna frá Føroya Læruráð til Ráðsskipan/Yrkisdepil. Stjórin greiddi eisini frá skipanini við ávikavist Yrkisútbúgvingarráði, Yrkisnevnd og Yrkisdepli umframt framtíðarútlitum og fjølbroyttum hagtølum fyri økið. 


Mynd: Randi Frederiksberg, stjóri í Yrkisdeplinum, saman við Fíggjarnevndini.