IMG 3927
Mynd: Mentanarnevndin í Løgtinginum og Fólkatingsins kirkjunevnd avmyndaði uttanfyri Løgtingið.
11.09.2025

Fólkatingsins kirkjunevnd vitjaði Mentanarnevndina

Mikudagin 10. septembur 2025 vitjaði Fólkatingsins kirkjunevnd Mentanarnevndina hjá Løgtinginum. Fólkatingsins kirkjunevnd er komin til Føroyar at fáa innlit í føroysku fólkakirkjuna.  

Á fundinum skiftu nevndirnar orð um týdning fólkakirkjunnar fyri føroyska samfelagið, herundir skipan, arbeiðið við diakoni, vavið av sjálvbodnum arbeiði, ungdómsarbeiði, umframt samstarv við fríkirkjur og annað. 

Eisini varð komið inn á støðu fólkakirkjunnar síðan yvirtøkuna í 2007, umframt felagseyðkenni og munir millum føroysku og donsku fólkakirkjuna. 

Nevndarlimirnir í Fólkatingsins kirkjunevnd, sum vitja í Føroyum, eru: 
Søren Espersen, formaður, Kim Aas, Karin Gaardsted, Heidi Bank, Theresa Berg Andersen, Carl Andersen og Katrine Daugaard.