Forkvinnan fyri grønlendska tingið vitjar

12.01.2024

Mimi Karlsen, forkvinnan fyri Inatsisartut er í hesum døgum á vitjan í Løgtinginum, har Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna er vertur. Forkvinnan fyri Inatsisartut er komin higar við embætisfólki at kunna seg um arbeiðið og mannagongdir í Løgtinginum og ymiskt annað er eisini á skránni.

Fyrrapartin hósdagin er fylgið í Løgtinginum, har tey verða víst runt og fáa kunning um Løgtingið og arbeiðið har. Á skránni seinnapartin er framløga um føroyska ull. Hóskvøldið er ein døgurði saman við Løgtingsins formansskapi. Á ferðini fer grønlendska tingforkvinnan millum annað eisini at vitja Steinprent og Norðurlandahúsið. Grønlendska fylgið fer av aftur landinum leygarmorgunin.

Tingforkvinnurnar hava báðar seinnapartin hósdagin sjálvandi eisini hugt eftir hondbólti og sæð landssliðið spæla sín fyrsta dyst í evropameistara endaspælinum.

Løgtingsforkvinnan ynskir hondbóltslandssliðnum allar bestu eydnu við EM-dystunum í Berlin.