Formansskapurin í Útnorðurráðnum hitt formansskapin í Norðurlandaráðnum
Í sambandi við ársfundin hjá Norðurlandaráðnum hevur fundur verið millum formansskapin í Útnorðurráðnum og formansskapin í Norðurlandaráðnum. Talan er um árliga fundin millum formansskapirnar. Vegna Útnorðuráðið luttóku Jón Gnarr, formaður og Bjørt Samuelsen, næstforkvinna.
Evnini, ið vórðu viðgjørd á fundinum, vóru trygd í Norðuratlantshavi og framtíðarvánir hjá ungum í útnorðri. Tvey sera viðkomandi evni, bæði fyri londini í útnorðri og norðurlendsku londini sum heild. Trygdarstøðan í heiminum er ein avbjóðing í dag, og evnið fyllur eisini nógv í hugaheiminum hjá ungum í útnorðri.
Eitt nú vísa kanningar, at ungdómurin hugsar nógv um trygd. Bæði í mun til trygdarstøðuna í heiminum, men eisini tá viðvíkur trygd í nærumhvørvinum. Kanningar vísa eisini, at ungdómurin hugsar nógv um møguleikarnar at útbúgva seg, búsetast og virka í heimlandinum.
Føroyar og Grønland hava stórar avbjóðingar við at ung, sum taka útbúgvingar uttanlands, ikki flyta heim aftur, og neyðugt er at steðga hesi gongdini. Tí er neyðugt at veita ungdóminum bestu treytir og møguleikar at virka undir, bæði viðvíkjandi útbúgving, bústaðarmøguleikum og tryggleika í gerandisdegnum.

Mynd: Jón Gnarr, formaður og Bjørt Samuelsen næstforkvinna / Magnus Fröderberg/norden.org