IMG 0424
Formansskapurin í Danmark. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, Johan Dahl, Jóhannis Joensen og Bjørt Samuelsen.
21.06.2025

Formansskapurin vitjað danska formansskapin í Djurslandi

Í samband við árliga fundin við danska formansskapin í Fólkatinginum, var formansskapurin í Løgtinginum fyrr í vikuni á vitjan í Danmark.

Formansskapirnir kunnaðu um viðkomandi politisk evni hjá londunum báðum, eins og tosað varð um onnur áleikandi mál. Fundurin ímillum formansskapirnar var samstundis sum ríkisfundur var í Føroyum og var hetta sjálvandi ímillum viðkomandi evnini, ið umrødd vórðu.  

Umframt fundin í Ebeltoft í Jútlandi, varð eisini vitjað hjá eitt nú donsk-amerikonsku fyritøkuni Terma. Terma framleiðir eitt nú partar av nýggju og háteknologisku F-35 hernaðarflogførunum. Harumframt varð vitjað í fregattini Jylland. Serstaka fregattin varð bygd í 1860 og var eitt av teimum størstu krígsskipunum hjá dønum tá í tíðini. Síðan 1979 hevur fregattin ligið við Ebeltoft, har virkar hon nú sum eitt savn.

Fregattin Jylland
Mynd: Fregattin Jylland vitjaði Føroyar í 1874. Hetta var í samband við
fyrstu kongsvitjanina í Føroyum, tá Christian IX vitjaði. 

Skift verður ímillum vertsleiklutin annað hvørt ár. Sostatt kemur danski formansskapurin aftur at vitja í Føroyum í juni 2026.

Søren Gade, formaður í Fólkatinginum og Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna
Mynd: Søren Gade, formaður í Fólkatinginum og Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna